Langar bíðirøðir í Kastrup

Teir útisetar og føroyingar á ferð, ið skulu umvegis flogvøllin Kastrup mugu í hesum døgum brynja seg við toli. Nýggjar trygdarreglur hava gjørt, at munandi fleiri ferðafólk skulu kropskannast, og hetta førir til langar bíðirøðir.

 
Fyri Kastrup, við sínum 80.000 ferðandi um dagin, hava tílíkar broytingar sera stóran týdning, og Anette Haaning kunningarstjóri á flogvøllinum sigur við Ekstra Bladet, at tey ongan møguleika hava fyri at kalla eyka fólk inn við so stuttum varsli. Tey fingu boðini um nýggju reglurnar fyri tveimum døgum síðan, og tær vórðu settar í gildið beinanvegin