Danski reiðarí-risin Mærsk skal hava nýggja nevndarformann.
Jim Hagemann Snabe hevur boðað nevndini frá, at hann ikki stillar uppaftur og fer frá sum nevndarformaður.
Tað upplýsir Mærsk í boðum til virðisbrævamarknaðin.
Tá Snabe gevst, verður roknað við, at nevndin fer at velja Robert Mærsk Uggla sum nýggjan nevndarformann. Hann er langabbasonur Arnold Peter Møller, sum stovnaði danska bingjureiðaríið.
Ane Mærsk Mc-Kinney Uggla, sum er mamma Robert Mærsk Uggla, hevur eisini boðað frá, at hon gevst sum næstforkvinna í nevndini hjá Mærsk.
Broytingarnar í nevndini hjá Mærsk væntast at henda eftir næsta regluliga aðalfundin, sum verður 15. mars.
Mærsk, sum hevur røtur aftur til 1904, kundi fyri stuttum almannakunngera ein søguliga góðan roknskap fyri 2021.
Yvirskotið í felagnum í fjør var heilar 117 milliardir krónur. Ongnatíð áður hevur ein donsk fyritøka havt so stórt yvirskot áður.
Orsøkin hevur í høvuðsheitum verið hægri farmaprísir í 2021.
Farmaprísir siga, hvussu nógvar pengar Mærsk fær fyri at sigla við bingjum fyri kundar sínar. Jú hægri farmaprísirnir eru, jú meira pengar verða til Mærsk.
Í 2021 eru farmaprísirnir hækkaðir av fleiri orsøkum.
Ein av orsøkunum eru, at eftirspurningurin at fáa flutt vørur kring heimin hevur verið ovurstórur undir koronufarsóttini.
Ein onnur orsøk er, at tað fleiri ferðir í 2021 hevur verið órógv í altjóða skipaferðsluni og góðsflutninginum.
Hesi viðurskifti hava verið við til at skrúva farmaprísirnir til himmals – til gleði og gagn fyri Mærsk.
Methøga yvirskotið er eisini komið væl við hjá partaeigarunum í Mærsk, tí felagið hevur tann politikk, at partaeigararnir fáa sín part av yvirskotinum.
Fyri 2021 hevur nevndin mælt til, at av teimum 117 milliardum krónunum verða 47 milliardir krónur útlutaðar til partaeigararnar.
/ritzau/