Huskotið hjá Magnusi Hansen, arkitekti, um at byggja ein 3.400 metur langan flogvøll í Nólsoy, hevur verið til umrøðu hjá Landsverkfrøðinginum í 1996
- Um so er, at nýggjur flogvøllur skal gerast, so fær hugskotið hjá Magnus Hansen, arkitetki, mín fulla stuðul at kanna út í æsir. Tað sigur Heini Olsen, fyrrverandi deildarleiðari í vegaprojektering hjá Landsverkfrøðinginum.
Heini Olsen sigur, at hann á ferð úti á Borðuni í 1996 hugsaði tað sama, sum Magnus Hansen nú mælir til. Hann royndi at telja fótafetini fyri í fyrsta umfari at meta um, hvussu langur ein flogvøllur møguliga kundi verið ? og komin aftur á skrivstovuna strikaði hann leiðina á eitt máliborðsblað og vísti Henningi Jacobsen, landsverkfrøðingi, hugskotið.
Landsverkfrøðingurin helt hugskotið vera sera áhugavert, men av tí at nógv var talað og skrivað um at leingja verandi flogvøll, helt Henning Jacobsen ikki, at stovnurin skuldi gera støðuna enn meira fløkta við at koma við hesum hugskotið júst tá.
- Eitt er vist, at um ikki nakað flogtekniskt er til hindurs fyri hesi ætlan, so fæst her hin longsta flogbreytin í Føroyum, og aftur at hesum ein tvør breyt, sum kann vera líka long ella longri, enn allar hinar, talan er um. Vit tílíkum flogvølli hevði allur fiskur, um rætt varð atborið, kunnað verið flogin næstan beint úr sjónum og til brúkaran, og tað hevði verið til annan prís, enn tann í dag, heldur Heini Olsen.