Landsverkfrøðingurin

NÚ kom kanningin frá Løgmansskrivstovuni um landsverksfrøðingsmálið. Hóast kanningin var kritisk móti Finnboga Arge, so var hon sum væntandi rættiliga einsíðað. Hóast niðurstøðan var samstarvstrupulleikar millum Finnboga Arge og Landsverksfrøðingin, so hevði eingin spurt frákoyrda landsverkfrøðingin eftir. Hettar er eitt eymt punkt í allari mannagongdini. Er tað rætt, at miðfyrisitingin skal kanna miðfyrisitingina? Hvat hevði hent, um onkur í miðfyrisitingini dittaði sær at koma við lemjandi kritikki móti eitt nú Vinnumálastýrinum og Finnboga Arge? Vit sóu, hvat hendi við landsverkfrøðinginum

NÚ kom kanningin frá Løgmansskrivstovuni um landsverksfrøðingsmálið. Hóast kanningin var kritisk móti Finnboga Arge, so var hon sum væntandi rættiliga einsíðað. Hóast niðurstøðan var samstarvstrupulleikar millum Finnboga Arge og Landsverksfrøðingin, so hevði eingin spurt frákoyrda landsverkfrøðingin eftir. Hettar er eitt eymt punkt í allari mannagongdini. Er tað rætt, at miðfyrisitingin skal kanna miðfyrisitingina? Hvat hevði hent, um onkur í miðfyrisitingini dittaði sær at koma við lemjandi kritikki móti eitt nú Vinnumálastýrinum og Finnboga Arge? Vit sóu, hvat hendi við landsverkfrøðinginum.


LANDSVERKFRØÐINGURIN dittaði sær at seta spurningar við mannagongdina í nýggju miðfyrisitingini, ið ikki júst hevur drúgvar royndir at byggja á. Hóast hann umboðaði ein stovn við 50 ára umsitingarroyndum, so toldu FA og Vinnumálastðrið ikki hetta og koyrdu hann frá. Tolir miðfyristingin ikki at hoyra sannleikan, so er ilt at síggja, hvat hon kann brúkast til. Ja-sigarar kann FA fáa sær heima hjá sær sjálvum. Kritiskur dialogur er einki minni enn lívsneyðugt fyri eina vælvirkandi umsiting. Ein vælvirkandi umsiting er ein fyritreyt fyri einum vælvirkandi samfelag. Ein primadonna-mentalitetur, har miðfyristingin, við monnum sum Finnboga Arge á odda, altíð veit best og tekur reyp framum royndir, kann koma føroyska samfelagnum aftur um brekku og tað í ólukkumát.


EIN løgtingsins umboðsmaður átti at verið settur, so hann kundi kannað mál, sum landsverkfrøðingsmálið á einum óheftum grundarlag. Ein løgtingsins umboðsmaður kundi gjørt hettar, tí ein slíkur kundi gjørt tað uttan at skula verið bangin fyri at vera avhøvdaður sjálvur, um sannleikin skuldi verið illa lýddur.

Stýrisskipanin er í sær sjálvum eitt sera gott hugskot, men sum Marquis segði: Eitt hugskot hevur ikki ábyrgdina av teimum fólkum, ið trúgva hugskotinum. Spurningurin er; um ikki vit eru um at leypa framav, tá tað kemur til at byggja pyramidur í Tinganesi. Vit hava her í blaðnum nevnt eina óhefta endurskoðan av Norman Christensen bygnaðinum. Gongdin í landsverkfrøðings málinum hevur bert styrkt okkum í hesari sannføring.


VIT hava eisini nevnt starvsetanarpolitikk, og í tí sambandi er gleðiligt, at umsitingin nú arbeiðir við tí. Tað er bert harmiligt, at umsitingin ikki fer út til teir gomlu stovnarnar sosum Landsverkfrøðingin og Strandferðsluna og brúkar tær royndir, ið har eru, ístaðin fyri at látast sum um hetta er fyrstu ferð tað verður gjørt í almenna sektorinum. Tað má gerast skjótt, áðrenn alt tað roynda fólkið er avhøvdað og stovnarnir endurfólkaðir við fulltrúum. Fyri at vit ikki skulu vera misskiltir, so er tað ikki negativt í sær sjálvum, at fólk úr miðfyrisitingi fer út á stovnar, men ynskiligt var, um tað eisini gekk hinvegin, eins og tað roynda fólkið ikki noyddist at víkja fyri tí eitt sindur meira óroynda fólkinum. At kenna sítt pláss er kjarnin í hesum málinum. Tað er týdningarmikið at hava eina blanding av ungum og eldri kreftum.Einsrætting og ja-sigara mentalitetur er einki minni enn deyðin í durinum hjá nýskapan og framgongd.Tað sær út sum, at miðfyrisitngin tekur alt tað, ið er bygt upp innan tað almenna seinastu 50 árini sum eina sjálvfylgju. Um ein ikki dugir at meta um fortíðina, so dugir ein heldur ikki at meta um framtíðina. Vónandi fær landsverkfrøðingsmálið Landstýrið og miðfyrisitingina at hálsa um, áðrenn tað verður ov seint.