- Tað er hált, men nú hava vit saltað so mikið stóran part av vegunum, at nú er bara hált í støðum, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki fyri Norðurøkið.
Í morgun stóðu bilar fastir í Vágum, men saltbilurin hjá Landsverk komu á staðið og fingu ferðsluna á glið aftur. Orsøkin til støðuna var ivaleyst ein blanding av hálku, jarðrok og ov illa skøddum bilum. Men tað gekk skjótt fyri seg at fáa bilarnar á ferð aftur.
Árni Jacobsen hjá Landsverki sigur nú, at koyrilíkindini eru munandi frægari nú enn tey vóru í morgun, tí Landsverk hevur saltað so stórar partar av vegunum í Føroyum, at nú er nøkulunda væl koyrandi nógva staðni, meðan tað er hált í støðum kring alt landið framvegis. Tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum, tí har gravar Landsverk ikki orsaka av ógvusligum jarðroki.
Nú er aftur koyrandi til Gjáar, men tað ræður um at ansa sær, tí har eru framvegis upp í 38 m/s í hvirlunum og hált í støðum.