Landsverk vil hava fleiri bummgjøld

Vit eru nú 375 milliónir eftir reyv og støðan í Føroyum er sjey ferðir verri enn í okkara grannalondum

- Nú má okkurt gerast, annars fer støðan bara at versna.

Tað sigur Landsverk, nú tey eru liðug við ársfrágreiðingina fyri í fjør.

 

Tað hevur mangan verið ført fram, at játtanin, Landsverk fær alt ov lítla játtan til at halda vegðir, tunlar, brýr og bygningar fyri.

 

- Harumframt er eitt stórt eftirsleip, sum bara fer at vaksa komandi árini, verður neyðugi peningurin ikki fingin til vega.

 

Tilsamans er eftirsleipið nú komið upp 375 milliónir krónur, sigur Landsverk.

- Hetta er 8,5 ferðir so stór, sum játtanin til Landsverk er. Í hinum norðurlondum er eftirsleipið 1,2 og 2,6 ferðir so stór, sum játtanin er um árið.

 

- Sostatt hava Føroyar upp til sjey ferðir størri eftirsleip enn tey londini, vit samanbera okkum við, sigur Landsverk.

 

- Nú mugu alternativir møguleikar fyri fígging á borðið, tí støðan er vánalig og hon versnar alsamt, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, í ársfrágreiðingini. 

 

Hann vísir á, at tunlar eru minst tríggjar ferðir so dýrir at reka, sum vanligir vegir.

 

Ein sjálvsagdur møguleiki hevði tí verið at lagt allar tunlarnar undir eitt gjald fyri allar, í staðin fyri bert at krevja inn fyri undirsjóvartunlarnar.

 

- Eitt slíkt gjald fyri allar landtunlarnar og verandi undirsjóvartunlar kundi verið munandi lægri, enn tað er í dag fyri verandi undirsjóvartunlar, tí tá hevði talið á brúkarum verið munandi størri.

 

Ein annar møguleiki er at nýta ein part av skrásetingargjaldinum, vektgjaldinum, mvg og avgjøldum á brennievni til at halda vegir, tunlar, brýr fyri.

 

- Hendan upphæddin er 360 milliónir krónur í ár. Til samanberingar fær Landsverk í ár slakar 43 milliónir krónur til at halda vegir, tunlar og brýr fyri, og av teimum verða einar 10 milliónir nýttar til vetrarhald.  Sostatt fara einans umleið 12 prosent av landsins inntøkum frá bileigarum til at hala undirstøðukervið fyri.

 

Hann vísir eisini á, at stovnar, og aðrir almennir leigarar, ikki rinda leigu í teimum bygningum, sum landið eigur.

 

- Hinvegin rinda eitt nú Landsverk og aðrir almennir leigarar, leigu, har onnur enn landið eiga bygningarnar, eitt nú privat.

 

- At munur soleiðis verður gjørdur á, um alment virksemi heldur til ókeypis í einum almennum bygningi ella hjá øðrum útleigara, er beinleiðis kappingaravlagandi, sigur Ewald Kjølbro.

 

Tí eiga almennir stovnar at rinda leigu. Tá noyðast almennu leigararnir sjálvir at finna sparingar ella alternativar fíggingarmøguleikar av virksemi teirra. Úrslitið hevði sjálvandi verið ein samlað sparing í almenna húsarhaldinum, sigur Landsverk.