Ávaringar eru um nógvan vind ymsa staðni í landinum, og tí ávara Landsverk um vánalig koyrilíkindini ymsa staðni.
Á Oyndarfjarðarvegnum eru upp í 28 m/s í hvirlunum, og tí er skilabest at ansa sær, um tú skalt koyra tann vegin. Á Gjáarskarði er somuleiðis nógvur vindur - upp í 33 m/s.
Annars siga mátingarnar hjá Landsverki, at við Norðskálatunnilin er upp í 23 m/s í hvirlunum, við Høgareyn er upp í 24 m/s, á Streymnesi upp í 22 m/s og á Fámjinsvegnum upp í 21 m/s.