Landsverk fer at tosa við Tórshavnar kommunu aqt vita, um tað ikki ber til at finna eina semju um vegin í Hoydølum. Innlendismálaráðið hevur boðað Landsverki frá, at stovnurin skal taka vegin uppaftur og lata økið aftur í sama standi.
Tað hevur Landsverk ikki gjørt enn, og Oyvindur Brimnes, stjóri, sigur við Útvarpið, at stovnurin ætlar at tosa við kommununa fyrst. Ætlanin er at vita, um partarnir ikki kunnu finna eina semju, so tað slepst undan at taka vegin uppaftur, sigur hann.
-Men ber tað ikki til, so er ikki annað at gera enn at taka vegin uppaftur, sigur Oyvindur Brimnes. Hann leggur afturat, at tá má støða eisini takast til spunringin, hvør skal gjalda.