Landsverk skal halda seg frá politikkinum

Eysturoyartingmaðurin Bill Justinussen heldur, at Landsverk við uppritinum um fígginarmynstur í samband við tunnlar, hevur blandað seg í politikkin. Landsverk skal ikki koyra grús í maskinuna, sigur Bill Justinussen


- Eg skilji als ikki, at Landsverk, sum skal gera ymiskt tekniskt arbeiði, brúkar orku uppá at finna fíggingarmynstur, sigur Bill Justinussen, nú Landsverk er komið við uppriti um fíggingarmynstur í samband við Eysturoyar- og Sandoyartunnlarnar.

- Landsstýrismenn hava fólk til slíkt arbeiði og hatta er annars uppgávan hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sigur eysturoyartingmaðurin.

- Hatta er ein politiskur spuningur, sigur Bill Justinussen avgjørdur.

- Ein fær illgruna um, at tey á Landsverk sita og gera sær politiskar metingar um, hvussu tingini skulu gerast. Men tað er ikki teirra uppgáva. Tað hava vit tey fólkavaldu, tingfólkini, til at taka sær av, og har er ein samtykt gjørd um, hvuusu farast skal fram, vísir Bill Justinussen á.

- Landsverk skal ikki koyra grús í maskinuna, fyri at siga tað soleiðis, sigur Bill Justinussen.