- Ja, eg havi lagt til merkis greinina í Sosialinum. Og tí havi eg biðið Landsverk um eina frágreiðing um málið.
Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum í síðsta enda varar av stóru byggiætlanini í Marknagili.
Bjørn Kalsø sigur seg einki kenna til upplýsingarnar í greinini. Og hóast tað ikki er uppgávan hjá Mentamálaráðnum at leggja seg út í smálutirnar í samband við byggingina, so eru hesir upplýsingar av sovorðnum slag, at neyðugt er við eini frágreiðing, sigur landsstýrismaðurin eftir at hava ráðført seg við sín aðalstjóra.
Fríggjadagin skrivaði Sosialurin søguna um byggileiðaran Ragnar Juul Guttesen, sum varð uppsagdur uttan haldgóða grundgeving.
Almenna grundgevingin fyri uppsøgnini var, at Landsverk hevði ikki nóg nógvar uppgávur til Ragnar Juul Guttesen. Eisini førdi Landsverk fram, at tað var ógreitt, nær og um byggingin av Marknagilsdeplinum fór í gongd, og nær arbeiðið var komið somikið langt, at tørvur fór at vera á einum byggileiðara.
Uppsagnarmálið fór fram, samstundis sum løgtingið játtaði 64 milliónir krónur afturat til Marknagilsdepilin, og samstundis sum Bjørn Kalsø setti spakan í Marknagil.
Skjøl í málinum avdúka, at tá Ragnar Juul Guttesen byrjaði at seta spurnartekin við føroya størstu byggiætlan, varð hann kiptur við eini fráfaringaravtalu.
Ragnar Juul Guttesen fekk bjóðað fráfaringaravtalu, eftir at advokatur hansara hevði skrivað eina hvassa kæru um alt málið, ið skuldi sendast til Innlendismálaráðið, ið tá var myndugleikin omanfyri Landsverk. Kæran, ið er dagfest 29. apríl, varð í fyrsta umfari bara send Landsverki.
Í kæruni verður ítøkiliga víst á fleiri dømi, har nú fyrrverandi byggileiðarin setir spurnartekin við verkætlanina. Viðmerkingarnar snúgva seg um manglandi ella sera vánaliga góðskutrygging av arbeiðnum. Og hartil kennir Landsverk snøgt sagt ov lítið til sína egnu verkætlan, ljóða viðmerkingarnar frá byggileiðaranum.
Sambært skjølunum í málinum hevur Ragnar Juul Guttesen í sínum starvi sum byggileiðari latið hesar upplýsingar víðari til sín leiðara, sum tá var Heini Trónd Hansen.
Heini Trónd Hansen fór sum kunnugt frá sum verkætlanarleiðari 3. januar. Almenningurin fekk ikki at vita, hví hann fór úr starvi, bara níggju mánaðir eftir at hann hevði tikið við atbjóðingini at standa fyri føroya størstu byggiverkætlan.
Ragnar Juul Guttesen fekk ætlanarskriv um uppsøgn 1. februar, tríggjar dagar aftaná at Landsverk hevði sent Mentamálaráðnum sítt tilmæli um, hvussu Marknagilsdepilin kann byggjast og vera liðugur til ásettu tíð, og fyri ein meirkostnað á 64 milliónir krónur.
- Eg havi ongar viðmerkingar til málið, áðrenn eg havi fingið eina frágreiðing frá Landsverki, sigur Bjørn Kalsø ídag.
Landsstýrismaðurin í mentamálum vil heldur ikki fyrihalda seg til grundgevingina í uppsøgnini.
Bjørn Kalsø roknar við at fáa eina frágreiðing frá Landsverki innan eina viku ella tvær.










