Ein brúgv frá nýggja grótbrotinum til gamla grótbrotið. Vegurin frá brúnni hevur eina avkoyring bæði til Leirvík og til landsvegin. Hetta er uppskotið hjá Dáva Vinther, sum hevur teknað brúnna á Power Point.
- Hetta hevði verið til frama fyri norðoyingar, tí at tað styttir um teinin hjá teimum, og teir kunnu koyra 80 km/t allanvegin burtursæð frá við rundkoyringina.
- Um ferðslan verður leidd rundanum bygdina ella í ein tunnil, so fáa leirvíkingar einki burturúr nógvu ferðsluni. Við hesari loysnini kunnu handlar og annað í Leirvík fáa størra gleði burturúr nógvu ferðsluni, og ferðslutrygdin verður í topp, sigur Dávur Vinther.
Tað er talan um eina sokallaða vindtrygga jet-brúgv, sum leiðir vindin uppum brúnna. Øll skip á stødd við Dúgvuna fara at sleppa undir brúnna. Beringin á brúnni verður stutt, so hon skuldi ikki verið alt ov kostnaðartung.
Uppskotið kom ov seint
Dávur Vinther legði uppskotið fyri landsverk, men teir vildu ikki kennast við tað. Teir vóru helst komnir ov langt við núverandi loysn. Teir søgdu, at brúgvaloysnin er ov dýr, men tað var helst einans ein umbering fyri at sleppa undan enn einum uppskoti.
- Tað er eins og vil politiski myndugleikin einans kroysta eina loysn ígjøgnum sum skjótast heldur enn at finna tað bestu loysnina fyri norðoyingar, leirvíkingar og okkara eftirkomarar.