- Sum byggiharri mugu vit tíverri staðfesta, at tað oftani eru alt ov nógvir feilir og manglar í prosjekteringstilfarinum, sum verður latið okkum. At hesir verða funnir og rættaðir so hvørt, prógvar, at eftirlitið hjá Landsverki sum byggiharri virkar, men tað ávirkar sjálvandi gongdina. Hetta er svarið hjá Landsverk til innslagið í Degi og Viku týskvøldið, har Kringvarp Føroya setti sjóneykuna á fleiri almennar byggiverkætlanir, sum Landsverk er byggiharri av.
Í einum longum svari, lagt út á heimasíðuna hjá Landsverk, svarar stovnurin teimum spurningum, sum verða reistir í innslagnum í Degi og Viku.
Landsverk greiðir frá, hvør teirr leiklutur er sum byggiharri, serliga tá tað er eitt alment ynski, at allar verkætlanir skulu bjóðast út.
- Ein av mongum uppgávum hjá byggiharranum er at halda vakið eyga við og staðfesta møguligar manglar og feilir, ið júst kunnu hava ávirkan á bæði tíð og kostnað og í síðsta enda á góðskuna. Ein onnur skylda er at halda ánaran kunnugan um gongdina í eini verkætlan. Tí verða støðulýsingar við jøvnum millumbilum sendar ánara, skrivar stovnurin og vísir á, at ongar verkætlanir eru eins og tí eru altíð avbjóðingar at takast við.
- Kynstrið er at hava eitt gott eftirlit við, at møguligir feilir verða uppdagaðir skjótast gjørligt, so teir kunnu rættast. Hetta er júst tað, sum er høvuðsuppgávan hjá einum byggiharra, og hendan leiklutin tekur Landsverk í størsta álvara og brúkar nógva orku upp á at tryggja rættar loysnir á. Hetta er høvuðsorsøkin til, at tað hevur eydnast væl hjá stovninum at staðfesta møguligar trupulleikar við eini verkætlan, skrivar stovnurin.










