Tað var mikumorgunin 31. august, at fleiri bilar fingu skaða, tá teir koyrdu um rulliportrið á Kaldbaksvegnum norðan fyri Hvítanesi – beint við arbeiðsvegin til Eysturoyartunnilin.
Tað var eitt jarnpetti av rulluportrinum, sum var brotnað og stakk upp úr rulliportinum. Bilførarar høvdu ongan kjans at varnast jarnið, sum skræddi dekkini upp á fleiri bilum. Tíbetur hendi eingin álvarsligur skaði.
Tað var helst heppið, at hetta hendi, meðan nógv ferðsla var. Bilførarar varnaðust, at okkurt var á vási, tá punkteraðu bilarnir steðgaðu, og tí at ein bilførari var so árvakin at seta bilin fyri soleiðis, at fleiri ikki komu til skaða.
– Eg tosaði við Landsverk um skaðan, og tey bóðu meg melda skaðan til tryggignina, sigur ein av bilánarunum, sum in.fo hevur tosað við.
Men nú fekk eigarin boð frá trygginini um, at Landsverk ikki tekur ábyrgd av skaðanum.
– Tí má eg sjálv rinda fyri skaðan, sigur bileigarin.
Hon hevur eina sjálvsábyrgd upp á 4.000 krónur, og skaðin fór akkurát ikki upp um tað. So hon hongur upp á allar útreiðslurnar sjálv, hóast hon als ikki góðtekur at hava ábrygdina av skaðanum.
Hetta heldur hon vera sera løgið, tí hon dugir við sín besta vilja ikki at skilja, hvussu bilførarar kunnu ábyrgjast fyri slíkar skaðar.
– Tað er jú púra greitt, at hatta skyldast vantandi viðlíkahald hjá Landsverki. Annars hevði slíkt ikki hent, sigur bileigarin.
in.fo var á staðnum hendan morgunin. Og tað er rætt, at jarnpettið var sera ringt hjá bilførarum at fáa eyga á.