Minst tvær ferðir er herverk gjørt á arbeiðsamboð í Leynatunlinum í seinastuni. Herverkið seinkar arbeiðnum og er meldað til løgregluna
Í Leynatunlinum arbeiða fólk í løtuni av øllum alvi fyri at fáa nýggju ljósskipanina í tunlinum at virka, men arbeiðið er darvað av herverki, sigur Landsverk. Í tveimum førum hava fólk verið og klipt kaðalarnar av til eina arbeiðslyft. Umframt peningaligt tap hevur hetta seinka teimum, sum arbeiða við ljósskipanini.
Eisini er herverk gjørt á elveitingina til ljósskipanina, sum er fest upp undir loftið. Hendan skipan fær streym frá tveimum transformatorum, sum standa við báðar tunnlismunnarnar. Mánadagin uppdagaðu fólk á staðnum, at onkur hevði klipt ella kvett av streymveitingina, sum gongur frá tranformatorinum Kollafjarðarmegin, skrivar Landsverk á heimasíðuni.
Herverkið er meldað til løgregluna. Landsverk sigur, at hendingarnar hava ikki verið til ampa fyri fólk og hava ikki verið nakar beinleiðis trygdarvandi. Hinvegin hevur herverkið seinka arbeiðnum - og tað kemur illa við.
-Tað er umráðandi at ein høvuðsferðsluæðr sum Leynatunnilin ikki er stongd óneyðuga leingi. Tí er tað ógvuliga keðiligt at slíkt sum hettar hendir, sigur Heini Eysturoy, leiðari á Vegadeildini hjá Landsverki.









