Landsverk liðugt á Kaldbaksvegnum

Landsverk er nú liðugt við at umvæla vegjaðaran á Kaldbaksvegnum. Síðan hálvan oktober hevur ferðslan á strekkinum verið tarnað av vegarbeiðinum, men nú er arbeiðið liðugt Tað váttar Landsverk. Landsverk hevur arbeitt á Kaldbaksvegnum síðani hálvan oktober. Arbeitt hevur verið við at gera vegjaðaran aftur, eftir at Fjarhitafelagið í Havn hevur lagt rør frá Sundsverkinum og suður á Sandvíkarhjalla.

Hesin parturin er sum sagt liðugur, men meira vegarbeiði verður aftur seinni í vár. Strekkið frá Sundsverkinum suður til rulluportrið er einasta strekkið sum enn ikki er asfalterað í samband við viðlíkahald av Kaldbaksvegnum.

Tað hevur ikki borið til at asfaltera hetta strekkið, meðan arbeitt hevur verið við at gera vegjaðaran aftur. Ætlanin er at fara at asfaltera hetta strekkið í vár, skrivar Landsverk á heimasíðu sínari.

Strekkið verður væntandi fresað í mars ella apríl mánaði, og sjálv asfalteringin fer fram í helst juni. Meðan asfalteringin fer fram, er ætlanin at beina ferðsluna eftir Oyggjarvegnum, soleiðis at arbeiðið kann ganga skjótt og væl.

Tá hetta strekkið er asfalterað, er alt strekkið frá rundkoyringini í Hoyvík til og við Kollafjarðartunnilin asfalterað.