Landsverk: Latið bilin standa

Landsverk mælir fólki frá at fara út at koyra bil, uttan so at okkurt átroðkandi er áfatt

Koyrilíkindini nú seinnapartin eru so mikið vánalig, at Landsverk mælir fólki frá at fara og koyra í bili, uttan so at okkurt átroðkandi er áfatt.

 

- Í løtuni eru koyrilíkindini alt annað enn góð. Fleiri staðni standa bilar fastir, eitt nú á Sandavágshálsi, á Gøtueiði, og eisini við Norðskálatunnilin hava bilar staðið fastir, sigur Árni Jacobsen, sum er økisleiðari fyri Landsverk á Norðurøkinum.

 

Fram til á døgurða í dag var hampiliga gott at koyra, men so fór at kava illa.

 

- Tað var satt kaos við Norðskálatunnilin, tí bilar stóðu fastir og okkurt ferðsluóhapp var eisini orsakað av hálku. Men vit hava enn allar maskinur úti og gera tað, vit kunnu, sigur Árni Jacobsen, sum væntar at vánaligu koyrilíkindini halda fram restina av degnum.

 

Tí heitir Landsverk á fólk um ikki at fara at koyra bil, uttan so at tað er alneyðugt.

 

- Soleiðis sum veðrið er nú, so eigur eingin at koyra, um ikki tað snýr seg um átroðkandi ørindi. Best er um fólk sleppa sær heim frá arbeiði í góðari tíð, og annars eru varin, tá tey eru úti í ferðsluni, sigur Árni Jacobsen.

 

Landsverk grevur kava fram til klokkan 21.00 í kvøld.

 

Koyrilíkindini eru vánalig flestu staðni í landinum, men frægari er í Suðuroy, Sandoy og í Havn.