Landsverk lagt fleiri akfarsteljarar út

Ferðsluteljingar fara fram alt árið, og Landsverk hevur níggju teljarar liggjandi á vegakervinum ymsastaðni í Føroyum.

 

Ferðsluteljingar fara fram alt árið, og Landsverk hevur níggju teljarar liggjandi á vegakervinum ymsastaðni í Føroyum.

 

Í morgin fara fólk frá stovninum at leggja út 10 teljarar á vegateininum fram við Sundsverkinum á Kaldbaksfjarðarvegnum. Talan er um eitt eftirlitsátak, sum skal geva Landsverki neyðugar ábendingar og vissu fyri, at allir teljarar telja eins nógv akfør og harvið vísa somu úrslit av ferðslutíttleikanum.

 

Teir 10 teljararnir við Sundsverkið fara at liggja á vegbreytini í umleið eina viku.