Tað hevur kavað nú seinnapartin, og hevur tað ført við sær, at hálka hevur lagt seg um alt landið. Nú tað stundar til, at flest fólk seta seg í bilarnar og koyra heim í vikuskiftið, ávarar Landsverk um, at tað er hált í støðum um alt landið, og heitir tí á bilførarar um at koyra varliga.
Hóast ávaring er fyri alt landið, so verður serliga ávara um hálku í fylgjandi støðum:
Høgareyn - 15:48: Boðað verður frá hálku.
Viðareiðisvegurin, á Leiti - 15:48: Roknast kann við hálku.
Kambsdalur - 15:48: Roknast kann við hálku.
Runavík - 15:48: Roknast kann við hálku.
Norðskálatunnilin, Eystanfyri - 15:47: Roknast kann við hálku.
Vatnsoyrar - 15:47: Roknast kann við hálku.
Kaldbaksbotnur - 15:47: Roknast kann við hálku.
Sund - 15:48: Roknast kann við hálku.
við Velbastaðháls - 15:47: Roknast kann við hálku .