Landsverk hyggur at vegnum mánadagin

- Mánadagin fara vit á staðið, og gera ábøtur, soleiðis at kanturin ikki verður eins høgur.


Tað sigur Mikkel Heide Frandsen, rakstrarleiðari í deildini fyri infrakervi, aftaná at in.fo fyrr í dag endurgav ein bussførara, ið metti at vegastrekkið millum Skipanes og Skálafjørð er vandamikið nú kavi hevur lagt seg um landið.


Les eisini: Hatta verður ein vandi í vetur


Mikkel Heide Frandsen upplýsir, at vegurin var eisini soleiðis síðsta vetur, men tá fekk Landsverk ongar fráboðanar um nakran trupulleika. Men hann fegnast um, at bilførarar siga frá, tá teir kenna seg ótryggar.


- Vit eru glaðir fyri, at bilførarar gera vart við vegastrekkir, har tey meta viðurskiftini eru vandamikil ella keðiligt. Um tað er so, at bilførarar kenna seg ótryggar, so hyggja við at málinum.


- Júst á hesum vegastrekkinum vóna vit, at tað verður asfalterað áðrenn jól, men har hevur veðrið eisini eina ávirkan. Í vár verður so eisini ein autoverja sett upp, men longu mánadagin verður hugt at kantinum.