Í greinini stendur skrivað: “Landsverk vildi ikki salta í gjárkvøldið, men fólk frá Sunda kommunu, ið komu á staðið, valdu sjálvboðin at salta landsvegin á hesum strekkinum til tess at fyribyrgja eini størri vanlukku.”
Hetta er skeivt. Landsverk hevur kannað málið gjølla og er komið fram til, at Landsverk hevði ikki fingið nøkur boð frá løgregluni ella øðrum um ferðsluóhappini í Hósvík og var ei heldur biðið um at fara út at salta hetta strekkið. Í Hósvík var ein saltbilur hjá kommununi, og var tí ikki neyðugt at senda boð eftir Landsverki.
Vetrarhaldið á Landsverki er skipað soleiðis, at landsvegirnir verða hildnir farbarir millum kl.07.00 og 21.00 yrkadagar og millum klokkan 08.00 og 21.00 sunnu- og halgidagar. Tó verður í serstøkum førum arbeitt longri, eitt nú ísv. neyðsynjarørindi og annað.
Landsverk roynir tó altíð at hava so góða kunning um koyrilíkindi sum gjørligt, so ferðslan kann tillaga seg umstøðunum.