Tað eru næstan eingi átrokandi brek við tunlunum Norður um Fjall. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at tað er niðurstøðan hjá Landsverki eftir at danska fyritøkan, Rambøll, hevur kannað tunlarnar.
Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, hevur spurt landsstýrismannin um úrslitið av teimum kanningum, sum eru gjørdar í hesum sambandi.
Jørgen Niclasen sigur, at Landsverk hevur upplýst fyri honum, at eftir aldrinum eru tunlarnir Norður um Fjall í góðum standi.
Teir eru tryggir at koyra ígjøgnum tí annars vórðu teir stongdir, sigur landsstýrismaðurin frá Landsverki.
Hann sigur, at kanningin vísir, at tað er ikki neyðugt við bráðneyðugum umvælingum í Árnafjarðartunnilin, uttan í loftinum í innkoyringini í Ánunum.
– Niðurstøðan er eisini, at heldur ikki Hvannasundstunnilin hevur tørv á bráðneyðugum ábótum.
Kortini vísir kanningin eisini, at í ávísum støðum eiga festi í loftinum at verða umvæld hesi næstu trý árini, og í øðrum støðum eiga tey eisini at verða umvæld, men tað kann bíða til seinni.
Ætlanin er at fara undir at geva ymsar ábøtur í ár. Annars er ein tann fremsta ætlanin hjá samgonguni at gera nýggjar tunlar, so umvælingar á verandi tunlar verða lagað eftir tí, sigur Jørgen Niclasen.