Í morgun eru heilt hampilig líkindi at koyra – men hetta er bara ein lítil skái, tí skjótt brestur hann á aftur. Og á Landsverki siga tey, at seinni í dag, og í morgin, skulu bilførarar vísa eitt heilt serligt varsemim tí tá kann tað verða rættiliga vandamikið at koyra nógvastaðni.
Tað er so nógvur kavi lagstur niður, sum sjáldan fyrr og nógvastaðni eru fannirnar eina manshædd framvið vegnum.
Men sum tað líður út á dagin, í kvøld, í nátt, og í morgin, brestur hann á við nógvum vindi, upp í storm, av eystri. Men tað, sum fer at krevja eitt heilt serligt varsemi hjá bilførarum er, at tað verður eisini rættiliga nógv avfall og sostatt er vandi fyri, at tað kemur blot í kavan. Hann sigur nevniliga bæði frá nógvum regni og vátakava. Samstundis verður tað eisini, sum frálíður, lýggjari nógvastaðni.
Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverk í Norðurøkinum, sigur, at sostatt er serliga stórur vandi fyri skalvalopum ymsastaðni. Men sum heild kann tað eisini verða vandamikið at koyra, tí nógvastaðni eru fannirnar manshøgar fram við vegnum. Kavin liggur sum ein høgur múrur framvið vegnum nógvastaðni, sigur hann.
Út á fyrrapartin í morgin fer hann at minka vindin aftur og so verður frægari aftur við vindi teir næstu dagarnar, men tað verður framvegis váttligt.