Nakað av kava er seinnapartin, og nú eru vegirnir hálir, og veðurstøðir boða frá hálku. Í dag hava verið kavaæl í sunnara og norðara parti av landinum, men veðrið er gott, og tað hevur verið lítið av vindi í dag. Í kvøld verða vegirnir tó hálir, so fólk mugu ansa sær, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, við Kringvarpið seinnapartin.
Hann sigur frá kava og kavaælingi alla nátt.
— Vit hava bilar og maskinur í løtuni og rudda vegirnar til klokkan 21 í kvøld, sigur Árni Jacobsen.
Landsverk boðar frá, at roknast kann við hálku á hesum í Dølum á Viðareiðisvegnum, á Gerðabøi í Klaksvík, um Gjáarskarð, í Gøtueiði, á Heltini á Oyndarfjarðarvegnum, í Runavík, eystanfyri Norðskálatunnilin, á Vatnsoyrum, á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð, í Kaldbaksbotni, Sund, við Velbastaðháls og í Hvalba.