Valdemar á Løgmansbø
Hvat hugsar Landsverk fyri sær? Er nøkur meining í, at tað er loyvt at koyra 80 km. um tíman framvið einum skúlaøkið? Kann nøkur meining verða í tí, at loyvi verður givið til at seta eitt stórt reklamuskelti framvið hesum sama vandamikla strekkinum?
Eg hugsi her um skúlan á Giljanesi. Landsvegurin liggur niðanfyri skúlan, har børn verða sett av og heintað fleiri ferðir um dagin – skúlabussar koma og fara. Allur landsvegurin framvið skúlaøkinum er eitt vandamikið sving, har tú mást vera serliga varin og vakin og hyggja væl eftir, hvat ið hendir bæði fyri framman og aftan.
Men eftirsum tað er loyvt at koyra 80 km um tíman, og ongar avmerkingar siga frá, at tað er skúlaøkið ella spælandi børn, so eru tað serliga allir teir fremmandu bilarnir, sum koma og fara í samband við flogvøllin, sum kunnu koma út fyri óhappum, og at loyva einum so stórum reklamuskelti í hesum vandamikla svinginum er sera óheppið – tekur tú eyguni av vegnum og hyggur oman eftir hesum stóra skeltinum, so kann stórur vandi standast av tí, bæði fyri teg sjálvan og aðrar bilførarar og ikki minst børnini.
Viðmerkjast kann, at fyri ikki so langari tíð síðan fekk Havnagrillin tikið burtur skelti sítt, sum stóð við sama landsveg, bara longur inn ímóti Miðvági, men á einum beinum vegstrekki, og hetta var eitt lítið skelti.
Vónandi fer Landsverk at gera nakað við hetta framyvir.
20 okt.´ 06 var ein harmonikusamanstoytur beint við niðankoyringina til skúlan. Tvær lærarinnur vóru í einum bili, sum stóð og blinkaði til vinstru, tær skuldu yvirum vegin og niðan til skúlan. Ein annar bilur kom aftanfyri tær og ein triði bilur kom við ferð – hugdi møguliga eftir reklamuskeltinum og koyrdi við fullari ferð í reyvina á tí mittasta bilinum, sum síðan rendi uppundir reyvina á tí fremsta bilinum, sum var sendur frameftir. Tann lærarinnan, sum koyrdi bilin, fekk ein nakkabrest. Tann framstandandi vinnulívsmaðurin og løgtingslimurin, sum koyrdi ákoyrandi bilin, fekk sjálvandi ein skelk, líka sum tann, sum førdi tann mittasta bilin.
Á tí ákoyrandi bilinum var øll gronin í knúsi – men hugsi tykkum um børn, sum ofta verða sett av niðri á vendiplássinum, vóru framman tann fremsta ella við síðuna av tí fremsta ella mittasta bilinum, so kundi vanlukkan verið so mikið størri.
So takið tykkum saman, Landsverk! Setið skeltir, sum vísa á, at hetta er skúlaøkið – setið ferðina niður í 50 km um tíman framvið skúlaøkinum á Giljanesi – og takið skelti niður av takinum á hasum virkinum.
Tá ein hugsar um tey skeltir, sum Landsverk hevur tikið niður í Miðvági ella givið teimum, sum eiga skeltini nógvan ágang fyri, so má ein spyrja seg sjálvan, um nakað sum helst skil er á Landsverki, tí tey liggja øll framvið púra beinum vegastrekkjum.
Vónandi fær hendan greinin tær røttu avleiðingarnar!










