Landsvegakervið fellur í órøkt, tí játtanin til viðlíkahald er minkað nógv Landsverk ger nú vart við, at landsvegirnir falla í órøkt, tí tann árliga játtanin til at halda landsvegirnar viðlíka er minkað so nógv.
Landsverk vísir á, at frá 1996 til 2007 minkaði játtanin til viðlíkahaldið av landsvegunum umleið 15 prosent. Samstundis eru rakstarútreiðslurnar á fíggjarlógini øktar 76 prosent. Avleiðingin av hesum er, at vegirnir falla í órøkt, sigur Landsverk í einari nýggjari frágreiðing.
Frágreiðingin vísir, at slitið á vegirnar, umroknað til krónur, er økt eini 26 prosent tey seinastu 10 árini, samstundis sum vegakervið eisini vaksið nakað í kilometrum.
Játtanin til viðlíkahald er umleið 50 milliónur krónur. Um játtanin skuldi fylgt útreiðsluvøkstri, øktum sliti og størri vegalongd, skuldi játtanin verið tvífalt so stór, stendur í frágreiðingini hjá Landsverki.