Landstýrið yvirsær lærararnar

- Vit hava fyri neyðini at fáa eitt samskifti í lag við Landsstýrið, men teir yvirsíggja okkum bara. Hetta sigur Terje Kjærbo, álitismaður hjá lærarunum í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík.

Ósemja
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík, Sosialurin:
Blokadan hjá Føroya Lærarafelag vísir nú eisini sína ávirkan í Klaksvík. Skúlarnir hava brúkt nærum alt tilfarið, sum teir hava átt á goymslu, og blokadan forðar lærarunum í at fara út at keypa nýtt tilfar.

Kenna sviðan
Skúlarnir í Klaksvík byrja so smátt eisini at kenna sviðan av blokaduni hjá Føroya Lærarafelag
- Vit hava roynt at fingið eitt samskifti í lag við Landsstýrið, men teir yvirsíggja okkum bara, sigur Terje Kjærbo, álitismaður hjá lærarunum í Skúlanum við Ósánna.
Tann 20. februar varð nógv umtalaða blokadan víðkað til eisini at umfata savnsrøkt, og hetta førdi við sær, at lærararnir ikki longur skulu hava røktina av serstovum um hendur.
- Hetta ávirkar serliga tær kreativu lærugreinirnar sum smíð, handarbeiði, evning og køk. Higartil hava vit klárað okkum við tilfari, sum hevur ligið á goymslu, men tað er so smátt við at verða uppi nú, greiðir Terje frá.
- Hetta merkist eisini aftur í undirvísingini. Tí tá lærararnir ikki fáa gjørt teirra arbeiði til lítar, so trívast teir ikki. Og tá vit ikki trívast, so trívast næmingarnir heldur ikki, sigur Terje, sum heldur, at hetta er ein keðilig støða, sum fólkaskúlarnir nú eru komnir í.
- Í veruleikanum er hetta ein trupuleiki, sum Landsstýrið saman við kommununum skuldi havt loyst fyri langari tíð síðan, sigur Terje.

Foreldur við
- Hetta boðar als ikki frá góðum, nú skúlarnir fyri stuttum gjørdust føroyskt málsøki, heldur enn danskt.
Men sum lærari ert tú noyddur at síggja ljóst uppá framtíðina, og tað royna vit eisini eftir førimuni at gera, sigur Terje Kjærbo.
Tó hevði hann fegin viljað, at foreldrini byrjaðu at blanda seg uppí málið. Hetta hevði verið við til at lagt eitt størri trýst á, og kundi tískil skunda undir eina møguliga loysn.
- Hetta er jú teirra egnu børn, stríðið gongur útyvir. Tí skuldu tey eisini havt áhuga í at loyst málið skjótast gjørligt, sigur Terje.

Stríð um samsýning
Orsøkin til hesa blokadu er eitt drúgt stríð, sum komst av, at Føroya Lærarafelag vildi hava eina samsýning fyri at røkja søvnini.
Orsøkin til stríðið er eitt álit, sum ein arbeiðsbólkur mannaður av umboðum fyri Føroya Lærarafelag, Mentamálastýrinum og kommununum kring landið, hevur gjørt, um hvør skal hava ábyrgdina av søvnunum.
Í hesum áliti stóð millum annað, at lærarar í Føroyum skulu hava eina samsýning fyri at røkja og keypa inn til søvnini.
Men síðani er komið fram, at kommunurnar als ikki vilja góðtaka, at tær eiga ábyrgdina av søvnunum.
Tær stóru kommunurnar vilja fegnar geva eina samsýning fyri savnsrøktina, men bert um tær fáa peningin endurgoldnan frá landinum. Tær smærru kommurnar vilja hinvegin als ikki góðtaka, at lærarar skulu hava nakra samsýning fyri ábyrgdina, tá tær meta, at hetta heldur skal skiljast sum ein partur av teirra arbeiði.
Hetta hevur so ført við sær, at Lærarafelagið lýsti blokadu. Fyrst mótvegis próvtøkuuppgávunum, og síðani eisini savnsrøktini á skúlunum.