Varaløgmaður vísir áhaldandi á búskaparpartin av Hvítubók, tá hann verður spurdur um búskaparligu avleiðingarnar av ætlan Landstýrisins.
Fyrst er at siga, at búskaparfrøðingarnir, ið skrivaðu Hvítubók neyvan hava verið samdir um allar avleiðingarnar. Helst er hetta tí, at ein samlað niðurstøða brillierar við sínari fráveru í Búskaparpartinum av Hvítubók. Eisini er pástandurin um at sleppa frá einum beinleiðis niðurskurði í tí almenna heilt burturvið. Við teimum íløgum, ið liggja fyri framman í tunnlum, skipum, skúlaverki, heilsuverki, útoyggjagrunni o.s.fr. er talan um tað øvugta av einum niðurskurði. Kanska ætlar Landsstýrið at fortelja suðringum, at teir einki skip fáa, norðingum at eingin undirsjóvartunnil verður og Føroya Lærarafelag, at føroysku skúlarnir ikki koma at uppfylla krøvini í nýggju fólkaskúlalógini í tey næstu 20 árini.
Vit hava í blaðnum í gjár sæð eina búskaparliga útrokning av avleiðingunum av ætlan landsstýrisins. Henda útrokning varð gjørd av einum av fremstu búskaparfrøðingunum í Føroyum. Hvar eru tølini hjá Landsstýrinum? Ongantíð hevur man tikið eina so stóra búskaparliga avgerð á so spinklum grundarlag. Landsstýrið skyldar føroyska borgaranum eina frágreiðing - og einki hjálpir at peika á Hvítubók, tí rættiliga optimistiska fortreytin um "ikki ein beinleiðis niðurskuð" er ikki í samsvar við veruleikan í dag, har stórar íløgur standa fyri durum.
Tað tykist sum um at fullveldisfortalararnir í samgonguni ganga og rópa alt ov nógv upp um søguligar avgerðir, søguligir dagar, søguligar tíðir o.s.fr. Eisini hava fullveldisfortalararnir tann keðiliga óvana at fortelja nútíðini hvussu mótstøðumenn fara at vera sæddir í søguligum ljósi, og onkur fer enntá so langt sum at vurdera, um politiskir mótstøðumenn duga til sítt borgarliga starv. Um allar hesar kreftir, ið nú verða brúktar til at royna at skriva seg og sínar mótstøðumenn inn í søgubøkurnar við øvugtum fortekni høvdu verið brúktar til at útrættað veruligt arbeiði, so kundi ein búskaparlig útrokning verið gjørd uppá eitt tvey trý. Hon hevði ikki verið pen, men borgarin kann ikki taka støðu uttan.
Søguskriving um dagin í dag orna okkara eftirkomarar, so tann óbeskedna sið at seta søgulig pluss og minus á fólk eiga fullveldismenn at niðurleggja og heldur hugsa um fíggjarlógina tey næstu 20 árini. Vit sóu eitt gott boð uppá hana í gjár.