Landsstýrismálanevndin roynir framvegis at koma til eina niðurstøðu um handfaringina hjá Kára P. Højgaard í málinum Skálafjarðartunnilin.
Nevndin skal taka støðu til, um landsstýrismaðurin hevði heimild at gera avtalu við Copenhagen Infrastructure Partners, ið tryggjaði danska felagnum eina millión krónur í endurgjaldi, um sáttmálin ikki varð undirskrivaður áðrenn 1. september.
Bæði landsstýrismaðurin og eisini løgmaður hava higartil víst á, at løgtingið hevur játtað seks milliónir krónur til fyrireikingararbeiði í samband við Skálafjarðartunnilin á fíggjarlógini fyri í ár. Og í hesi samtykt liggur eisini heimildin at gera endurgjaldsheimildina við CIP.
Ta frágreiðingina keypir andstøðan ikki, og tí er málið nú í Landsstýrismálanevndini. Løgfrøðingarnir á Løgtingsskrivstovuni hava gjørt sítt tilmæli um júst henda spurningin. Notatið er latið Landsstýrismálanevndini, ið hevur viðgjørt málið bæði í gjár og aftur í dag.
Í tíðindunum á Rás2 segði Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini, at nevndin væntandi kemur til eina niðurstøðu um ein tíma ella tveir.
Landsstýrismálanevndin viðger somuleiðis, um Kári P. Højgaard hevur hildið aftur upplýsingar fyri løgtinginum, tá hann ikki tók útrokningar frá Landsverki um Skálafjarðartunnilin við, tá hann svaraði einum fyrispurningi frá Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen.
Spurningurin um at seta ein kanningarstjóra á málið hevur fleiri ferðir verið uppi og vent í samband við málið um Skálafjarðartunnilin.
- Tann spurningurin er eisini partur av okkara viðgerð nú, segði Sirið Stenberg við Rás2 á middegi.
Hoyr samrøðu, ið Rás2 hevði við Sirið Stenberg í tiðindunum kl. 12, við at trýsta á pílin undir myndini.