Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini, kann langt frá lova, at nevndin verður liðug at viðgera málið um handfaringina av Skálafjarðartunnlinum innan einar tvær vikur.
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, er millum teirra, sum eru farin at ótolnast eftir nevndini.
- Hendir einki í Landsstýrismálanevndini, so veri eg partur av teimum tinglimum, sum fara at heita á tingformannin um at seta ein kanningarstjóra, sigur Jenis av Rana.
Higartil hevur meiriluti ikki verið í Landsstýrismálanevndini fyri at seta ein kanningarstjóra, hóast forkvinnan í nevndini er ein av teimum, ið tosar fyri at seta ein slíkan.
Sirið Stenberg sigur nevndina framvegis bíða eftir hoyringssvarum, áðrenn nevndin kann arbeiða víðari við málinum. Og tá hoyringssvarið kemur, kann tað møguliga reisa nýggjar spurningar, sum so aftur taka tíð at fáa svarað.
- Persónliga havi eg einki ímóti, at løgtingið tekur málið úr hondunum á Landsstýrismálanevndini og sjálvt setir ein kanningarstjóra, sigur Sirið Stenberg.
Hoyr samrøðu við Sirið Stenberg við at trýsta á pílin undir myndini.
Les eisini:
Gerhard ivast í kanningarstjóra
Jenis vil hava kanningarstjóra
Løgmaður: Løgtingið eigur nú málið
Bill Justinussen: Andstøðan roynir at krossfesta løgmann