Landsstýrismálanevndin er politiskt óheft

Viðgerðin:
Tá vit í landsstýrismálanevndini fóru undir at viðgerða málið um Kári P. Højgaard hevði heimild at gera “break fee” avtalu við CIP um 1 mió kr., var fyrsta upplýsing frá løgfrøðingunum, at tað var einki ólógligt í at gera slíka avtalu.
Men spurningurin var um játtanarheimildin var í lagi.
Aftaná at hava kjakast um málið eina løtu, var niðurstøðan at heimildin skuldi finnast í fíggjarlógini, har teksturin var sera stuttur: Eysturoyartunnilin, fyrireiking til útbjóðing. 6 mió. Kr.
Trupulleikin var ikki, at landsstýrismaðurin hevði brúkt ov nógvan pening, men at teksturin í fíggjarlógini var sera avmarknandi.
Eg hevði tosað við jurist, sum segði, at tá so lítil tekstur er í játtanini, verður leitað aftur í upprunalógina, fyri at vita hvat ætlanin er.
Hetta er lóg nr. 53 frá 2010, og er heilmildin í lagi sambært hesi lóg.
 

Løgfrøðiliga vegleiðingin:
Eg havi stóra virðing fyri tí løgfrøðiligu vegleiðing, ið vit fingu.
Mín fatan av arbeiðinum í landsstýrismálanevndini er, at løgfrøðingarnir skulu “lata okkum í”, so vit eru før fyri at taka eina løgfrøðiliga avgerð í málinum. Tað haldi eg teir gjørdu til fullnar.
Løgfrøðingarnir greiddu væl frá sínar meining, og tá eg royndi at argumentera ímóti, var hetta væl móttikið, eins og teir argumenteraðu ímóti mínari meining, uttan tó at sannføra meg um, at eg var skeivur.
Av tí at nevnarlimirnir vóru ósamdir, var møguleikin nevndur at seta kanningarstjóra.
Okkum varð upplýst, at løgfrøðingarnir kunnu mæla til at seta kanningarstjóra, um teir meta, at teir ikki megna at geva nøktandi vegleiðing. Vit fingu eisini greitt at vita, at tað var ikki støðan í hesum málinum.
Men um vit, sum nevnd, høvdu hug at seta kanningarstjóra, mæltu teir ikki frá.
Vit avgjørdu so at leggja fundin niður og møtast aftur dagin eftir.
 

“Time out”
Hesa tíðina brúkti eg at leita mær løgfrøðiligan stuðul fyri mínari sannføring.
Eisini tosaði eg við tveir limir í fíggjarnevndini, um teir høvdu havt serliga meining við smølu orðingini “Eysturoyartunnilin, fyrireiking til útboð”.
Báðir svaraðu, at teir høvdu als ikki viðgjørt tekstin, og høvdu tí onga ætlan havt, um at hann skuldi vera so avmarkandi.
Nú var eg, um møguligt, enn meira sannførdur.
 

Niðurstøðan:
Aftaná hesa gjøgnumgongd, var, og er, mín persónliga sannføring, at einki ólógligt er farið fram í málinum um “break fee”-avtaluna við CIP.
Á fundinum dagin eftir boðaði eg frá, at eg helt fast við mína støðu, og metti ikki, at neyðugt var at seta kanningarstjóra í hesum máli.
Tað at hinir limirnir í nevndini ikki vóru samdir við mær, ger ikki at eg havi minni virðing fyri teimum, tvørturímóti haldi eg, at tey eisini hava tikið støðu eftir persónligari sannføring.
 

Sakførarar seta seg ikki inn í mál, sum teir viðgerða alment:
Tað er hugstoytt, at hava uppliva tvær ferðir í ár, at sakførarar hava viðgjørt mál alment, sum teir ikki hava sett seg nóg væl inn í.
Fyrru ferð var í vár, tá sakførari, í bløðunum, skrivaði ógvuliga atfinningarsamt, um eitt lógaruppskot.
Tá hann til hoyringar í rættarnevndini var spurdur nærri um hetta, svaraði hann bara: “So havi eg tikið feil”.
Nú upplivdi eg so aftur, at annar sakførari viðgerð málið um “break fee”-avtaluna við CIP, uttan at hava sett seg nóg væl inn í málið.
Sum nýggjur í landspolitikki havi eg stóra virðing fyri juridisku serfrøðini, og vænti eg av sakførarum, at teir hava eina serliga skyldu, at siga sannleikan, at seta seg inn í mál, áðrenn teir úttala seg.
Hesa báðar hendingar eru viðvirkandi til, at álitið á serfrøðina verður niðurbrotið.
 

Illgitingar og persónlig útspilling:
Enn meira hugstoytt er tað, í hesum førinum, at sakførari loyvir sær at gita, um eg eri sakligur og óheftur, og hvat eg skuldi brúka “time out” til, fyri síðani at fara yvir í beinleiðis persónliga útspillan av mær.
Eg haldi ikki at hetta er rætt.
 

Joen Magnus Rasmussen
Løgtingsmaður og limur í landsstýrisnevndini