Landsstýrismaðurin er nøgdur - og tað eru stjórarnir eisini

Higartil hevur tað riggað væl, siga allir partar

Nú fíggjarlógin fyri næsta ár liggur til viðgerðar í Løgtinginum, er sjúkrahúsverkið eitt av teimum heilt stóru útreiðslupostunum. Samstundis er sjúkrahúsverkið eisini ein av teimum stovnunum, sum hava ein heilt serligan, politiskan áhuga.

 

Eitt nú elvdi tað til mikið rok, tá ið undanfarna samgonga legði øll trý sjúkrahúsini saman undir eina felags leiðslu fyri næstan trimum árum síðani. Endamálið var at bøta um samstarvið ímillum sjúkrahúsini, so at hentleikarnir og starvsfólki kundi gagnnýtast betur.

 

Serliga vóru tinglimir úr Norðoyggjum atfinningarsamir um hett, tí teir søgdu, at hetta var fyrsta stigið í at aftofta Klaksvíkar Sjúkrahús, tí fortreytin fyri at varðveita sjúkrahúsið var, at tað hevði sína egnu, sjálvstøðuga leiðslu. Heitt varð eisini á løgmann um at steðga teimum sentralistisku kreftunum í samgonguni, sum vildu savna alt í høvuðstaðnum.

 

Men eftir øllum at døma hevur tað ikki gingið so illa, sum teir spáddu. Nú fíggjalógin er til viðgerðar, hevur fíggjarnevndin spurt Kaj Leo Holm Johannesen, hvussu hann er nøgdur við leiðslubygnaðin í Sjúkrahúsverkinum. Og hann sigur, at hann væl nøgdur við leiðslubygnaðin.

 

Samstundis hava stjórarnir á teimum trimum sjúkrahúsunum sent landsstýrismanninum eitt felags skriv, har teir eru nøgdir við nýggja bygnaðin. Teir siga, at síðani teir byrjaðu sum felags leiðsla í Sjúkrahúsverkinum, hava teir arbeitt fram ímóti at skipa seg eftir Menningarætlanini, sum varð løgd fyri sjúkrahúsverkið í 2016.

 

– Hetta eru vit nú liðug við, og eru stutt síðan byrjaði at arbeiða eftir hesum leisti. Higartil hevur hetta riggað væl, siga teir tríggir sjúkrahússtjórarnir.