Vanliga verður nógv gjørt burturúr fyrstu arbeiðsdøgunum hjá landsstýrisfólkum og løgmanni, men hesaferð eru tey mest sum dottin í bakgrundina, meðan politiska fokusið seinastu dagarnar hevur verið rættað móti Anniku Olsen og Sonju Jógvansdóttir.
So meðan nógv politiskt rumbul hevur verið um parlamentariska grundarlagið hjá samgonguni síðani hon varð skipað, eru nývaldu landsstýrisfólkini fara til verka uttan nakað serliga hóvasták.
Ein teirra er Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Í gjár var landsstýriskvinna og vitjaði Dugna, ið er ein av stovnunum undir Almannaráðnum.
Tað var Hedvig Jóhansdóttir, stjóri í Dugna, ið tók móti landsstýriskvinnuni og greiddi henni frá um virksemi á Dugna,og vísti runt á Verkskúlanum á Hjall, ið umfatar teldustova, matstova, træverkstaður og Tinghúsið.
Við heimasíðuni hjá Almannaráðnum sigur Eyðgunn Samuelsen, at hon var væl nøgd við vitjanina:
- Tað er áhugavert og gleðiligt at vitja ein stovn, har tað verður hugsað øðrvísi, og har dentur er lagdur á at finna loysnir, soleiðis at tey, sum royna síni arbeiðsevni á Dugna og ganga á skúlanum við Áir, veruliga finna tað, sum tey eru dugnalig til, og har tey blóma.