Fyrrverandi landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, og fyrrverandi landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, gjørdu í farna samgonguskeiði av, at ein demensætlan skuldi gerast fyri Føroyar. Hetta var í samsvar við samgonguskjalið, sum ásetti, at tað skuldi leggjast ein miðvís ætlan fyri demensøkið.
Tey settu tí ein arbeiðsbólk á stovn á heysti 2013, sum skuldi lýsa, hvussu demensøkið í Føroyum eigur at verða skipað, av tí at ætlanin var at leggja eldraøkið út til kommunurnar í 2015.
Arbeiðsbólkurin lýsti verandi støðu viðvíkjandi demens í Føroyum og hvørjar avbjóðingar eru fyri framman. Tilmæli varð gjørt um eina samlaða og nágreiniliga skipan av demensøkinum í Føroyum, og varð hetta tilmælið handað landsstýrisfólkunum í februar 2015.
Nú eitt nýtt landsstýrið hevur tikið við og ein nýggj fíggjarætlan er lagt fyri tingið, hevur forkvinnan í Alzheimerfelagnum, sum eisini var limur í arbeiðsbólkinum, hugt nærri at fíggjarlógini og staðfestir, at verandi samgonga eftir øllum at døma hevur vrakað arbeiði hjá arbeiðsbólkinum.
- Eftir at hava hugt í fíggjarætlanina fyri 2016, kunnu vit við ársenda staðfesta, at ikki ein króna er sett av til Demensætlanina, ið fekk navnið ”gloymsk, men ikki gloymd," skrivar hon í lesarabrævi.
Í lesarabrævinum vísir hon til fleiri av teimum niðurstøðum, sum arbeiðsbólkurin kom fram til. Hon vïsir á fleiri øki, har stórur tørvur er á betran á demensøkinum, og skrivar millum annað, at fólk undir 67 ár, sum fáa Alzheimer, á mangan hátt vera slept upp á fjall av myndugleikunum.
- Alzheimerfelagið heitur tí á Heilsumálaráðið og Almannaráðið at taka ”Demensætlanina 2015” upp úr skuffuni beinavegin og seta arbeiðið ígongd. Vit ynskja einar Føroyar, ið eru demensvinarligar. Okkum tørvar vón júst nú, so vónandi hoyra vit skjótt okkurt jaligt um Demensætlanina 2015 ”Gloymsk, men ikki gloymd, skrivar Halldis Joensen.