Í nógv ár hava føroyingar virka fyri at fáa fríhandilsavtalu við ES so at vit eisini fáa útflutt til londini í Evropa. Fyrisitingin í ES er tiltikin tung at dansa við so tað gongur ikki fyri seiði. Men sum vit vísa á í Sosialinum hetta vikuskiftið, sigur Bárður Nielsen, løgmaður, at nú er rættiliga brostið fyri nev og hann væntar, at nú kemur gongd á.
Men fyri at styrkja okkara støðu, fer landsstýrið at seta eitt fólk í starv, sum skal virka í ES-skipanini burtur av. Hetta fólkið, sum tey siga, skal vera ein nationalur serfrøðingur, verður sett í starv í summar við tí endamáli at styrkja samstarvið ímilum Føroyar og ES.
Og tað verða serliga hava tvær uppgávur, sum arbeiðast skal við. Í fyrra lagi skal tað hava gott samand við ES-myndugleikarnar og føra okkara sjónarmið fram. Men samstundis skal tað eisini fylgja væl við, hvat fyriferst í ES og serliga at leggja sær tað í geyma, sum hevur áhuga fyri okkum og okkara royndir at fáa fríhandilsavtalu við ES.











