- Í tølunum higartil síggja vit ov lítið til, at landsstýrið ger nakað fyri at fáa yvirskot aftur á fíggjarlógina í 2016.
Tað sigur Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum, sum fyrrapartin legði fram sína heystfrágreiðing.
Búskaparráðið byggir sína meting, bæði á roknskapartøl, fíggjarlógina fyri 2013 og metingarnar í játtanarkørmunum fyri 2014.
Búskaparráðið vísir á, at landskassin hevur havt rakstrarhall síðani 2008, og tí er skuldarbyrðan hjá landskassanum vaksin.
Hallið hjá landskassanum var 335 milliónir krónur í fjør, og tað eru 13 milliónir krónur meira enn í 2011.
Sverri Hansen sigur, at arbeiðið hjá Búskaparráðnum fyrst og fremst leggur seg eftir at hyggja at tí politikki og teimum málum, samgongan hevur sett.
Tí er spurningurin um, at hallið skal fáast burtur í 2016, ikki ein spurningur, sum Búskaparráðið í sjálvum sær leggur so stóran dent á, men meira ein ætlan hjá samgonguni, sum ráðið skal hyggja nærri at.
Umframt at hyggja fram til 2016, hyggur Búskaparraðið eisini longur fram, tí tað heldur, at núverandi búskaparpolitikkurin neyvan er haldførur.
Hoyr samrøðu við Sverra Hansen við at trýsta á pílin undir myndini.
Les eisini:
Búskaparráðið ivast í yvirskoti í 2016










