- Føroyar eru drignar upp í eitt kríggj ímóti Islamskum stati, uttan at vit eru eftirspurd. - Sostatt tykist tað sum um at danska stjórnin ikki virðið Fámjinsskjalið, sum danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller og Jóannes Eidesgaard, løgmaður, skrivaðu undir í Fámjin í 2005. Tað staðfestir Sjúrður Skaale, føroyskur fólkatingsmaður.
Skjalið skuldi annars tryggja føroyingum veruliga ávirkan í uttanríkispolitiskum viðurskiftum sum viðvíkja Føroyum. Og í Fólkatinginum í morgun vildi Sjúrður Skaale hava at vita frá danska forsætisráðharranum, Helle Thorning-Schmidt, hví vit ikki eru sloppin at siga okkara hugsan um kríggið ímóti Islamskum stati, soleiðis sum Fámjinsskjalið annars fyriskrivar.
- Fámjinsskjalið skuldi geva okkum veruliga ávirkan á viðkomandi trygdarmál. Men hóast løgmaður bleiv kunnaður um hví Danmark fór í kríggj móti Islamskum Stati, bleiv avgerðin tikin uttan, at føroyskir myndugleikar blivu hoyrdir. - Stjórnin tykist sostatt ikki virða avtaluna, sum varð gjørd í Fámjin. - Men tað er ikki bara at lasta stjórnini fyri. Hin parturin í avtaluni er Føroya Landsstýrið. Og Landsstýrið hevur einki gjørt til tess at tryggja, at avtalan verður hildin, sigur fólkatingsmaðurin.
- Tað er ikki í lagi, tí halda vit, at tað hevur týdning fyri Føroyar, at danska ríkið er í kríggi, so kunnu vit altso við Fámjinsskjalinum í hondini krevja at verða tikin upp á ráð, sigur Sjúrður Skaale.
Les meiri við at trýsta HER |