Landsstýrið fer at víðka um avmarkandi tiltøk móti Russlandi

Uttanríkisráðið hevur kallað til tíðindafund á Viðareiði í morgin klokkan 10:15 at greiða frá Russlandssamstarvinum

Einki er enn sagt alment um, hvat landsstýrið ætlar at gera við samstarvið við Russland. Tá samgonguflokkarnir vóru andstøðuflokkar undan valinum 8. desember vóru teir púra greiðir á máli. Fiskiveiðisáttmálin skuldi ikki halda fram.

Men tá valið varð skrivað út, blotnaðu teir tó og tóku undir við landsstýrinum, sum gjørdi nýggjan fiskiveiðisáttmála fyri 2023.

Landsstýrið hevur nú arbeitt við málinum í fimm mánaðir, og nú verður bíðað í spenningi, hvørja niðurstøðu teir tríggir landsstýrisflokkarnir eru komnir til.

Landsstýrið hevur verið á seminari á Viðareiði seinastu dagarnar, og nú boðar landsstýrismaðurin í uttanríkismálum fjølmiðlunum til tíðindafund á Hotel Norð á Viðareiði í morgin klokkan 10:15.

– Á fundinum verður kunnað um, at Føroyar fara at víðka um avmarkandi tiltøkini í sambandi við atgerðir ímóti Ukraina, skrivar Uttanríkisráðið til fjølmiðlarnar.

Forfólkini í samgonguflokkunum taka eisini lut í tíðindafundinum, skrivar Uttanríkisráðið.