Fólkaflokkurin fær løgmann, fiskivinnumál og vinnumál, umdantikið oljumál.
Tjóðveldisflokkurin fær sjálvstýrismál, lógarmál, undantikið kommunumál. Hesin landsstýrismaðurin verður eisini varaløgmaður, og skal umsita, fyrireika og samskipa alt arbeiðið í samband við ríkisrættarligu viðurskiftini og komandi grundlógina, og skal samráðast við donsku stjórninaumhesi mál.
Tá Føroya politiska sjálvræði er staðfest, verður hann landsstýrismaður í uttanríkismálum.
Tjóðveldið fær eisini landsstýrismannin í menta- og undirvísingarmálum, og hann verður eisini landsstýrismaður í norðurlendskum samstarvi.
Triða málsøki hjá Tjóðveldisflokkurin verður at umsita fíggjar-búskapar og skattamál, og hesin landsstýrismaður skal eisini umsita skattalógir í sambandi við oljuvinnuna.
Sjálvstýrisflokkurin fær landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum og landsstýrismannin í oljumálum