Føroya Landsstýrið eigur at taka fráboðanina frá metingarstovninum Moody´s Investor´s Service um møguliga at lækka ratingina hjá Føroyum í stórum álvara.
Tað heldur Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum.
Moody's Investors Service boðar nú frá, at samtykta boykottið hjá ES móti føroyskum fiskaútflutningi ávirkar ratingina hjá Føroyum. Føroyar hava ratingina Aa3, ið er fjórðbesta ratingin í einum stiga av 21 møguligum. Hesa rating fer Moody's nú at umhugsa av nýggjum, sigur stovnurin í fráboðan.
Hetta merkir, at Føroyar í løtuni eru á einum sokallaðum observatiónslista, har Moody´s fylgir við støðuni hjá Føroyum. Alt eftir útfallinum frá føroysku myndugleikunum, verður avgerð tikin, hvørt ratingin hjá Føroyum skal blíva lægri ella ikki.
Formaðurin í Búskaparráðnum sigur, at Føroyar sjálvar hava stóra ávirkan á, um núverandi ratingin verður varveitt ella ei.
- Landsstýrið hevur nú møguleika at taka hædd fyri, hvat kann gerast fyri at Føroyar kunnu varveita sína rating, og tað er nakað, sum tey flestu londini ynskja at gera, sigur Sverri Hansen.
Moody's sigur í fráboðanini, at tað er avgerðin hjá ES frá 31. juli 2013 um at seta tiltøk í verk ímóti føroyskum útflutningi, sum er orsøkin til, at stovnurin nú umhugsar at lækka ratingina.
Moody's vísir á, at føroyski búskapurin er nær tengdur at fiskaútflutningi, serliga til ES. Moody's skrivar eisini, at sild og makrelur, sum verða beinleiðis ávirkað av boykottinum, vóru um 10 prosent av samlaða útflutninginum hjá Føroyum í 2012. Eisini verður víst á, at hall hevur verið á løgtingsfíggjarlógini síðani 2008.
Moody's heldur, at hendan ætlan fær eitt skot fyri bógvin av tiltøkunum hjá ES, og at eitt størri undirskot á løgtingsfíggjarlógini fer at kroysta Føroyar út í størri lántøku, sum aftur fer at leggja trýst á Aa3 ratingina.
Víðari sigur Moody's, at størri føroysk skuld fer at noyða Føroyar at umfíggja skuldina, tí lánveitararnir vanliga eru smáir og miðalstórir danskir lánveitarar.
Hoyr samrøðuna við Sverra Hansen um fráboðanina frá Moody´s við at trýsta á pílin undir myndini










