Í ár verður landsstevnan skipað sum ein mentunarstevna, har vit seta tey menningartarnaðu í fokus. Hetta gera vit við at sýna fram nøkur av teimum avrikum, tey menningartarnaðu arbeiða við til dagligt.
Stevnan byrjar við skrúðgongu frá Bursatanga kl. 10.00, niðan í SMS og oman í Grasagarð har mentunarstevnan verður sett.
Her verður tónleikur, fimleikaframsýning, felagssangur og talur. Tit fáa eisini møguleika at keypa heitt kakao og nýbakaðar bollar.
Síðani verða framsýningar
Í Smiðjuni í Lítluvík verður umfatandi málningaframsýning, har umleið 25 menningartarnaði sýna fram. Her verður eisini høvi til at keypa listaverkini.
Á Virkni kunnu vit eisini síggja alt tað arbeiðið, sum gjørt verður á teimum vardu verkstøðunum kring landið. Her sýna verkstøðini fram nakað av teimum lutum, sum tey gera. Eisini her verður møguleiki at keypa nakað av tí, tey hava avrikað. Og sjálvandi verður eisini møguleiki at vitja ta sera áhugaverdu framsýningina um havið. Her fáa tit møguleikan at brúka allar tykkara sansir við at fara ein túr eftir havsins botni.
Umframt framsýningarnar sum halda áfram sunnudagin, verður ein guðstænasta í Havnar kirkju kl. 11.00, sum er rættað móti teim menningartarnaðu og avvarandi teirra.
Sum vanligt verður veitslan leygarkvøldið, og her vilja vit leggja dent á, at vit fáa eina stuttliga og hugnaliga veitslu. Veitslan, sum verður í Badmintonhøllini, byrjar leygarkvøldið kl. 18.00. Her verður borðreitt við góðari súpan, oksasteik, frukt við rákremi, sangi, skemti, horn- og rytmuorkestri og harmonikudansi.
Veitslan kostar kr. 150 fyri vaksin og kr. 100 fyri børn.
Tilmelding á skrivstovuni hjá Javna á tlf. 31 48 27 ella á fax 31 05 57. Seinasta freist at boða frá luttøku er fríggjadagin 28. apríl 2000.
Endalig skrá verður lýst í bløðunum seinni.