Landsstevna Javnaðarfloksins byrjar í kvøld: Sosialu málini standa ovaliga á skránni

Fyri fyrstu ferð vitjar danskur forsætisráðharri landsstevnu Javnaðarfloksins

Eirikur Lindenskov


Landasstevnan hjá Javnaðarflokkinum, sum verður sett í læraraskúlahøllini í Havn í kvøld, verður tann fyrsta regluliga landsstevnan, sum verður hildin um heystið. Tað var í fjør, at landsfundurin gjørdi av, at landsstevnan skuldi haldast um heystið. Orsøkin var, at tað var sera óheppið at halda landsfund, samstundis sum løgtingið var við at rigga av fyri summarið.

? Nú halda vit landsstevnuna júst sum vit byrja upp á eina nýggja tingsetu. Tingmenn kunnu tí brúka hugskot og inspiratiónir, teir fáa á landsstevnuni, í politiska arbeiðinum á tingi, sigur Jóannes Eidesgaard, sum er formaður í Javnaðarflokkinum.

Annars er hetta fyrstu ferð, at ein danskur forsætisráðharri vitjar landsstevnu hjá Javnaðarflokkinum í Føroyum. Jóannes Eidesgaard sigur, at sum so er einki óvanligt í tí, at flokkurin hevur vitjan av danska Javnaðarflokkinum, tí tað hevur flokkurin til hvønn landsfund.

? Vit bjóða altíð umboðum fyri brøðraflokkarnar í grannalondunum við á landsfundin, men tað er danski Javnaðarflokkurin, sum hesaferð hevur gjørt av, at sjálvur forsætisráðharrin kemur. Fleiri ferðir áður hava næstformenn og aðrir leiðandi politikarar fyri danska Javnaðarflokkin verið á landsfundi í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard.

Eitt av stóru punktunum á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum verður sjálvandi røðan hjá Poul Nyrup Rasmussen, hóast hon helst ikki júst fer at snúgva seg um evnið, sum annars verður viðgjørt á landsstevnuni.

? Á stevnuni fara vit at tosa um tað, ið farið er fram politiskt farna árið - og stinga út í kortið kósina frameftir, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann vísir eisini á, at sjálvstýrismálið sjálvandi fer at standa ovaliga á skránni. Men flokkurin fer eisini at við onnur - og serliga átrokandi mál, sum ikki verða so nógv viðgjørd í hesum døgum.

? So løgið tað ljóðar, so verða hesi stórmál heldur ikki viðgjørd serliga nógv í fjølmiðlunum. Hesi eru eitt nú heimarøktin, røktarspurningurin sum heild, ansingartrupulleikin o. s. fr. Tey sosialu málini eru líka sum gliðin út úr dagliga kjakinum, sigur formaður Javnaðarfloksins, og vísir hann í hesum sambandi eisini á pensjónsviðurskiftini.

? Vit fara á landsstevnuni at leggja dent á tey sosialu málini - tí tað er jú tey, sum javnaðarflokkarnir byggja sín politikk á, sigur hann.