Í døgunum 3. til 5. mai hevur Føroyska Sjómansmissiónin landsstevnu í Leguhúsinum í Nesvík. Stevnan er eitt árligt tiltak, har kvinnur úr sjómanskvinnuringunum um landið og aðrar kvinnur koma saman til álvara og gaman. Fleiri av konunum gista í Leguhúsinum, meðan aðrar gista heima og koyra aftur og fram.
At tað er landsstevnan hjá Sjómansmissiónini fer at seta sín dám á skránna. Ùr skránni kann nevnast, at har vera m. a. møti, gudstænasta, medarbeiðarafundur við orðaskifti um arbeiðið, leiðarafundur og sangur.
Eisini fer ein einkja at siga frá, hvussu tað var at missa mannin á sjónum.
Ein skipari, sum siglir við stórum bingjuskipi, kemur eisini at greiða frá.
Harafturat verður góður matur, gjørdur og serveraður av monnum, góð, stuttlig og stimbrandi sosial samvera.










