Jógvan Andersen, vinnurekandi
-----
At hoyra Jóhan Dahl í munnligum fyrispurningi í løgtinginum frá Henrik Old ávara leiðsluna í Bakkafrost um at flyta livandi laks úr Suðuroynni inn á meginøkið at slakta er ræðandi at hoyra.
Hann sigur, at hettar verður ikki góðtikið og fer Bakkafrost undir hettar, fer hann rætt og slætt at broyta lógina fyri at forða tí. Orsøkin skal vera ábyrgdin fyri samfelags- og økismenning.
Uttan at kenna støðuna hjá Bakkafrost, kann tað hugsast at um tey ynskja at flyta laksin aðrastaðni til víðari viðgerð er tað tí at ber seg betri fíggjarliga. Hvussu Bakkafrost verður rikið mest skynsamt er ikki uppgávan hjá landsstýrismanninum og verður tað aldrin.
Ístaðin fyri at geva Bakkafrost forboð ímóti at flyta laksin úr Suðuroynni, mátti uppgávan heldur verið at viðvirka til at vinnulívið hevur so mikið góðar karmar at virka undir, at tað var ikki neyðugt at flyta laksin av oynni.
Atlit skal takast til økismenning, men forboð kunna lætt enda við einum mótsetningi av hesum og møguliga minni framburði. Tað kann gerast trupult at virka undir bæði verkliga og fíggjarliga.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum eigur ikki at verða ein mótspælari hjá vinnuni og forða henni, men ein viðspælari, stuðla henni og skapa neyðugu karmarnar. Tað vil skapa nýhugsan, íverksetan, frambrot, framburð og økismenning fyri útjaðarin eins væl og meginøkið.