Landsstýrismaðurin vann slagið um fiskidagarnar

Løgtingið hevur nú samtykt fiskidagarnar fyri komandi fiskiár. Talan er bert um smáar skerjingar í mun til dagatalið í fiskiárinum, sum nú er um at verða liðugt. Ein broyting er, at lemmatrolararnir nú eru við í fiskidagaskipanini

SAMTYKT

Í gjár samtykti løgtingið endaliga fiskidagarnar fyri komandi fiskiár.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, skeyt sjálvur bara eina skerjing upp, tá hann legði sítt uppskot fyri løgtingið. Hann mælti til, at 5.000 fiskidagar skuldu takast úr bólki 5, sum eru smáir útróðrarbátar.
Ein onnur broyting, sum landsstýrismaðurin eisini mælti til, var, at lemmatrolararnir koma við í fiskidagaskipanina við ávísum fiskidagatali á innari leið – og á ytri leið.
Eftir fyrstu viðgerð á løgtingi fór málið í vinnunevnd løgtingsins.
Eftir nakrar fundir í vinnunevndini, har eitt nú ymiskar partar í vinnuni, Havstova og Fiskiveiðieftirlitið, vóru innkallað, býtti vinnunevndin seg í ein meiriluta, umboðandi samgonguflokkarnar – og tveir minnilutar umboðandi avikavist Tjóðveldi og Sjálvsstýrisflokkin.
Meirilutin í vinnunevndini tók í stóran mun undir við landsstýrismanninum, men mælti til, at skerjingin í bólki 5 ikki verður 5.000 dagar, men heldur 4.000 dagar.
Haraftrat mælti vinnunevndin til, at stóru línubátarnir skulu skerjast við umleið 3% av sínum dagatali – og partrolarar við umleið tí sama.
Meirilutin í vinnunevndini mælti eisini til, at lemmatrolarar, sum nú eru við í fiskidagaskipanini, skulu fáa 10% færri dagar á innari leið enn talið, sum landsstýrismaðurin hevði skotið upp.
Í sínum tilmæli var vinnunevndin heldur ikki samd við landsstýrismanninum um at áleggja brúksskyldu av døgum, soleiðis at óbrúktir dagar kunnu latast øðrum, tá nakrir mánaðir eru eftir av fiskiárinum.
Nevndi helt, at hetta kann økja um veiðitrýstið á fiskastovnarnar og helt ikki, at hetta er rætta løtan at fremja eina slíka broyting.

Spenningur á tingi
Í gjár skuldi løgtingið so endaliga samtykkja fiskidagarnar fyri komandi fiskiár, sum byrjar 1. september.
Undir viðgerðini kom eitt broytingaruppskot frá fýra limum úr samgonguni, Edmundi Joensen, Magna Laksáfoss, John Johannesen og Hans Paula Strøm, um at minka fiskidagatalið við 8%.
Stórur spenningur var um, hvørt hetta uppskot fór at verða samtykt, og líkindi vóru eisini til tess. Spenningurin var eisini, at Fólkaflokkurin hevði latið hinar flokkarnar vita, at tað var eitt ”kardinalpunkt”, at broytta uppskotið hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, varð samtykt við triðju viðgerð.
Úrslitið gjørdist, at broytingaruppskotið hjá teimum fýra limunum úr samgonguni fall, tá 16 atkvøddu fyri – og 16 atkvøddu ímóti, meðan ein avkvøða var blonk.
Tjóðveldisumboðini á tingi – undantikið Heini O. Heinesen – vóru millum teirra, sum tóku undir við broytingaruppskotinum upp á 8%-skerjing.
Hevði Heini O. Heinesen eisini atkvøtt fyri uppskotinum, hevði tað verið samtykt, og so er spurningurin, um samgongan hevði yvirlivað.
Tað veit eingin, og sjálvur helt løgtingsmaður Tjóðveldisins í Norðoyggjum eftir atkvøðugreiðsluna, at sitandi samgonga hevði ikki slept endanum kortini.
Eftir atkvøðugreiðsluna á tingi segði Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisins, at tað fær ongar avleiðingar fyri Heina O. Heinesen, at hann ikki atkvøddi við flokkinum í gjár.
- Vit hava langt síðan havt dystirnar við Heina O. Heinesen í hesum málinum, og vit vistu, at hann stuðlar ikki flokkinum í fiskivinnupolitikkinum, segði Høgni Hoydal.
Endaliga samtyktin um fiskidagarnar gjørdist, at meiriluti fekst fyri uppskotinum hjá landsstýrismanninum, Jacobi Vestergaard, við teimum broytingum, sum meirilutin í vinnunevndini skjeyt upp.
16 atkvøddu fyri, 13 ímóti, og fýra atkvøður vóru blankar.