Tað stendur greitt, at eitt dupultspæl fór fram, tá nýggjur nevndarformaður skuldi veljast á aðalfundinum hjá Atlantsflog 8. mars í fjør.
Setanarnevndin við nevndarformanninum Kaj Johannesen á odda gjørdi sítt innstillingararbeiði til høvuðspartaeigaran, ið er Vinnumálaráðið. Seinni hevur nevndin tó havt trupult við at greiða frá hesum arbeiði.
Samstundis er høvuðspartaeigarin, landsstýrismaðurin í vinnumálum, sjálvur farin út í býin eftir nevndarformanni.
Tað váttaði Niels Mortensen í samrøðu við Sosialin fríggjadagin.
- Eg bleiv spurdur av Johan Dahl, um eg vildi vera formaður í nevndini fyri Atlantsflog, og eg segði ja, segði Niels Mortensen, sum formliga tók við sum nevndarformaður á aðalfundinum 8. mars í fjør.
Somuleiðis stendur greitt, at Bergur Poulsen, fyrrverandi stjóri á Havsbrún, stóð í boði at gerast nevndarformaður.
Við Sosialin fríggjadagin segði Bergur Poulsen millum annað:
- Eg varð boðsendur til samrøðu við setanarbólkin, og har varð spurt, um eg hevði áhuga í at gerast nevndarformaður. Og tað hevði eg, sigur Bergur Poulsen, sum var til samrøðu í februar í fjør.
Heldur ikki tá hann fær hesar upplýsing á borðið, ynskir Kaj Johannesen at útgreina setanartilgongdina.
- Nei, eg havi ongar viðmerkingar til hatta, sigur Kaj Johannesen.
Kaj Johannesen var næstformaður í nevndini í Atlantsflog, til Bjarni Askham Bjarnason tók við sum aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum 1. januar í fjør. Tá varð samstundis gjørt av, at Kaj Johannesen skuldi vera fyribils formaður til komandi aðalfund. Og tað var tí hann, sum stóð á odda fyri setanarbólkinum, ið skuldi gera innstilling um nevndarval til høvuðspartaeigaran.
Stýring
Nevndarvalið vakti ans, eitt nú hjá størsta privata partaeigaranum í Atlantsflog, sum heldur at føroyska flogfelagið í størri og størri mun verður stýrt politiskt.
- Hetta er brot á aðalfundarsamtyktina frá 2012, og hendan atferðin vísir, at stýringin av Atlantic Airways er vorðin alt meira politisk. Politiskar avgerðir hjá landsstýrismanninum skaða virksemið hjá flogfelagnum, hava við sær hækkandi prísir og skaða eisini álitið á felagið og Føroyar sum heild, sigur Adrian Noskwith.
Sosialurin hevur í fleiri dagar roynt at fáa eina viðmerking frá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, sum varar av Atlantsflog vegna Føroya fólk.
Við tíðindaportalin in.fo mikukvøldið segði Johan Dahl soleiðis:
- Eg havi absolutt onga viðmerking til tað, sum Adrian Noskwith skrivar. Eg vil kalla hatta fyri spamm, segði Johan Dahl, sum tá ikki vildi gera fleiri viðmerkingar til ákærur um at hann sum høvuðspartaeigari brýtur viðtøkurnar hjá felagnum og ásetingar um góðan leiðslusið.
Síðani hevur verið sera trupult at fáa orð á landsstýrismannin. Vit vildu snøgt sagt fingið landsstýrismannin at greiða okkum frá, hvussu valið av nevndarformanni í Atlantsflog fór fram.
Men tað hevur sum nevnt ikki borið til at fáa orðið á landsstýrismannin í vinnumálum, sum tó hevði stundir at gera eina stutta viðmerking til Norðlýsið í morgun. Við Norðlýsið sigur Johan Dahl soleiðis:
- Nevndin í Atlantsflog kann koma við eini tilráðing til landsstýrismannin um, hvønn tey halda er best egnaður at verða formaður. Men tað er til einhvørja tíð upp til landsstýrismannin at avgera – tí sum landsstýrismaður eri eg valdur til at umboða 67% av partapeninginum hjá Atlantsflog, og tað er ein sjálvfylgja at landið sum høvuðspartaeigari hevur avgerandi orðið í hesum máli, sigur Johan Dahl við Norðlýsið.
Sambært Norðlýsinum hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki fleiri viðmerkingar til málið. Og tað hevur sum nevnt ikki eydnast okkum at fáa orðið á landsstýrismannin. Sosialurin fylgir málinum.
FAKTA
Sonevndu Corporate Governance-reglurnar, sum greiða frá reglum og mannagongdum í felagnum, innihalda eisini ásetingar fyri nevndarval. Millum annað stendur soleiðis í reglunum hjá Atlantic Airways:
“Atlantic Airways har nedsat et nomineringsudvalg, der består af bestyrelsesformand en og to bestyrelsesmedlemmer. Udvalget assisterer bestyrelsen i nomineringsopgaver. Nomineringsudvalget behandler årligt de kompetencer, bestyrelsen skal råde over og har mandat til at foreslå kandidater til bestyrelsen, som dernæst tager stilling til den endelige nominering, som indstilles af bestyrelsen til valg på generalforsamlingen”










