Landsstýrismaðurin mælir til tol

Í gjár var fyrsta umfar av royndaruppboðssøluni av veiðirættindum, ið landsstýrið hevur skipað fyri. Tað var Fiskamarknaðurin, ið virkar sum millumlið millum seljara og keyparar, ið stóð fyri søluni, og seldi Fiskamarknaðurin 1.200 tons av kvotu í russiska partinum av Barentshavinum fyri kr. 3.576.000. Hetta svarar til ein miðalprís á 2,98 kr/kg. 


Øll kvotan varð seld til sama reiðaríið, og tað førdi við sær, at fleiri andstøðupolitikarar vóru skjótir at skýra uppboðssøluna fyri eina fiasko. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, letur tó væl at søluni.


- Eg haldi at royndin eydnaðist væl, skilt á tann hátt, at tonsini vórðu seld, og at tað varð kapping um tey. Kvotan varð seld á 24 linjum, og tey, ið fylgdu søluni, sóu at tað var kapping um tonsini. Harumframt kunnu vit gleðast um, at alt tað tekniska riggaði væl.


Serliga fegnast landsstýrismaður yvir, at tað eydnaðist at staðfesta, at kapping er um kvoturnar.


- Høvuðsendamálið var at vita, um tað ber til at selja kvotur heldur enn at luta tær út. Um vinnan fór at gjalda fyri at fiska. Tað eydnaðist, og vit sóu, at vinnan ásetti sjálv prísin.


Funnist hevur verið at, at tað einans vóru tríggir skrásettir keyparar til uppboðssøluna í gjár, men tað hevði landsstýrismaðurin væntað frammanundan.


- Vit vistu, at tað var avmarkaður áhugi fyri russiska partinum av Barentshavinum. Vit vistu eisini, at skal eitt skip, trolari ella línubátur fara ein túr, so mugu tey keypa eitt ávíst tonsatal fyri at tað skal loysa seg. Tað sást á teimum síðstu linjunum, at tær vóru so smáar til, at tað loysti seg at bjóða upp á tær. Tað er nakað, ið vit kunnu læra av.


Høgni Hoydal mælir til tol, og biður fólk bíða nøkur umfør áðrenn uppboðssølan verður kolldømd.


- Hetta var bara fyrsta sølan. Seinni í vikuni vera fleiri sølur, har vit royna bæði opna og afturlatna uppboðssølu. Fólk eru vælkomin at gera sær niðurstøður, men eg haldi, at man skal bíða nøkur umfør og savna fleiri royndir, áðrenn ein endalig niðurstøða verður gjørd, sigur Høgni Hoydal.