Landsstýrismaðurin lovar at ongar broytingar verða

- Tað er ein misskiljing, tá ið heilsuhjálparar føra fram, at vit ætla at broyta útbúgvingina, so at hon verður oyðiløgd. Tvørturímóti kann eg lova, at ongar broytingar verða, sigur Jógvan á Lakjuni

Heilsuútbúgvingar
 

- Hetta má vera ein misskiljing!
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum vissar um, at ætlanin er ikki at gera nakað, sum kann oyðileggja útbúgvingina til heilsuhjálpara.
Tað er annars tað, sum felagið hjá heilsuhjálparum stúrir fyri.
Tey hava skrivað øllum politikarum bræv, har tey átala framferðina hjá mentamálaráðnum.
Ein nýggj lóg er gjørd um heilsuútbúgvingar í samstarvi við Heilsuhjálparafelagið og onnur fakfólk á økinum og eftir henni skal útbúgvingin sum heilsuhjálpari vera ein beinleiðis yrkisførleikagevandi útbúgving.
Men nú mentamálaráðið er farið at orða kunngerðir í sambandi við útbúgvingarnar, er Heilsuhjálparafelagið komið eftir, at nú er ætlanin, at útbúgvingin skal vera ein støðisútbúgving.
Tað var ikki ætlanin og tí rópa tey nú varskó.
 
Ongin broyting
Og tað er heldur ikki ætlanin, staðfestir landsstýrismaðurin, Jógvan á Lakjuni.
Hann harmast um, at hendan støðan er íkomin, tí nýggja lógin varð smíðað í bestu semju og tað er heilt avgjørt ein misskiljing, at ætlanin nú er at redusera útbúgvingina til at verða eina støðisútbúgving.
Fyri at rudda allan iva av vegnum, fer landsstýrismaðurin nú at kalla Heilsuhjálparafelagið til fundar fyri at greiða teimum frá støðuni og fyri at hoyra teirra sjónarmið og fyri at sleppa undan misskiljingum, sum eru íkomnar.
- Eg havi ikki havt ánilsi av, at nakar trupulleiki var, men tað er heilt avgjørt, at útbúgvingin framyvir eisini verður akkurát líka beinleiðis yrkisførleikagevandi, sum hon altíð hevur verið.  
Hann sigur, at arbeiðið at gera kunngerðir um útbúgvingar, er byrjað, men tað er langt ífrá liðugt.
- At vit hava kallað tað støðisár, skal ikki uppfatast sum tað, at tað ikki er yrkisførleikagevandi. Tað liggur ikki annað í  tí, enn at talan er um eina grundútbúgving.
- Men eg skal so standa inni fyri, at hon verður akkurát líka førleikagevandi, sum hon hevur verið, sigur Jógvan á Lakjuni