Landsstýrismaðurin í lógarmálum villleiðir enn einaferð

   

Í samband við at fjølmiðlarnir hava gjørt nógv burtur úr málinum, har føroysk ítróttarfeløg hava verið undir illgruna fyri at hava tikið í arbeiði útlendsk ítróttarfólk uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvi, dregur landsstýrismaðurin í lógarmálum eisini hettar málið niður í fullveldis- politiska runudíkið, eins og hann villleiðir fólkið.

Villleiðingin byrjar
Í Dimmalætting sigur landsstýrismaðurin í lógarmálum tann 11. november 2003 í samrøðu við blaðmann, at tað kom óvart á hann, at umstøðurnar hjá ítróttarfeløgunum í samband við útlendskar leikarar eru sum tær eru. Sostatt viðgongur landsstýrismaðurin, at hann ikki hevur innlit í galdandi lóg á økinum. Vert er at leggja til merkis, at landsstýrismaðurin úttalar seg vegna sonevnda føroyska løgmálaráðið, t.v.s. vegna embætismannaverkið, hann hevur aftan fyri seg.
Víðari sigur landsstýrismaðurin, at danir hava lóggávurættin og skylduna á økinum og kann hann einki gera, sum bøtur um umstøðurnar hjá feløgunum. Vit síggja, at undirgravingin av ríkisfelagsskapinum heldur áfram og danska innanríkisráðið verður útrópt sum syndabukkur.
Sum vanligt dregur landsstýrismaðurin málið - og í hesum føri ítróttin og okkara ungdóm niður í fullveldispolitiska runudíkið, tá hann m.a. sigur, at samráðingarnar um yvirtøku av útlendinga-økinum eru komnar undir land og tá málsøkið er yvirtikið, roknar hann við betri umstøðum fyri ítróttarfeløgini. Við øðrum orðum sigur landsstýrismaðurin sum ikki einaferð, at einki kann gerast við málið, fyrr enn málsøkið er yvirtikið.
Hóast landsstýrismaðurin í byrjanini av samrøðuni segði seg einki kunna gera, sigur hann at enda í samrøðuni, at "hann fer at kanna, hvat gerast kann fyri at bøta um umstøðurnar hjá feløgunum". Samanumtikið kann ikki sigast annað, enn at viðmerkingarnar eru ein snildisligur og manipulerandi orðavavstur frá einum landsstýrismanni, sum annars er settur at umsita galdandi lóggávu og fremja løgtingssins vilja objektivt.

Landsstýrismaðurin trekkir í land
Í Dimmalætting tann 15. november 2003 trekkir landsstýrismaðurin í stuttari viðmerking í land og sigur, at hann fer at kanna, um tað ber til at finna eina skipan sum ger, at føroysk ítróttarfeløg fáa lagaligari arbeiðsumstøður, eins og hann snildisliga leflar fyri teimum eldsálum, sum reka føroysku ítróttarfeløgini. Eisini sigur landsstýrismaðurin seg nú hava biðið um fund við danska integratiónsmálaráðharran um málið. Við øðrum orðum viðgongur landsstýrismaðurin nú, at møguleiki er fyri, at danskir og føroyskir myndugleikar í felag kunnu finna eina loysn. T.v.s. at hann nú asannar, at møguleikarnir innan karmarnar av ríkisfelagsskapinum ikki hava verið royndir.
Eftir stendir tó villleiðandi viðmerkingin frá landsstýrismanninum í Dimmalætting tann 11. november óátala, eins og vit enn einaferð kunnu staðfesta, at politiska skipanin og fjølmiðlarnir ókritiskt hava góðtikið villleiðandi og manipulerandi politiska fullveldisvirksemi, har talan við røttum átti at veri um objektivt lóggávuarbeiði, ítróttarfeløgunum og vanliga fólkinum til góðar.

Samandráttur
Sjálvandi ber tað føroyskum politikarum til at arbeiða fyri lógarbroytingum innan málsøki, sum ríkismyndugleikarnir umsita, eins og tað ber til at arbeiða fyri, at neyðugar kunngerðir verða settar í gildi í Føroyum.
Sum sakførarin hjá einum av ítróttarfeløgunum eisini ger vart við í Dimmalætting tann 14. november 2003, er tað bert ein spurningur, hvat politiski myndugleikin velur at nýta arbeiðsorkuna til.
Undirritaði hevur í undanfarnu viku havt sera konstruktivar samrøður við departementschef Niels Preisler í danska Integratiónsministeriinum í samb. við málið um báðar VB-hondbólts spælararnar ,ið komu í trupuleikar í í samb. við uppihalds-og arbeiðsloyvið í Føroyum og var gjørt púra greitt av Niels Preisler, at viljin hjá Integratiónsministeriinum er at finnað eina loysn, - eftir einum leisti sum heimastýrið vil hava hana og vilja gera sítt til, at tað í framtíðini verða púra avkláraðar linjur millum londini í spurningum um uppihalds og arbeiðsloyvir hjá útlendingum í Føroyum.
Síggi eisini í grein í Dimmu ídag, at Tobbi í gjár hevur fingið sama svar frá Preisler .
Niðurstøðan kann tí nevniliga bert vera tann, at lítil og eingin politiskur áhugi er fyri teimum lógum, sum viðvíkja vanliga gerandisdegi føroyinga. Løgfrøðiliga arbeiðsorkan og harvið peningur skattaborgarans verður hinvegin nýttur til at reka fullveldispolitikk, t.v.s. fyrireika yvirtøkur, sum í stóran mun ivaleyst ikki gerast veruleiki.
Álitið á løgmálaráðið, ið sigur seg vera nærum til reiðar at yvirtaka løgreglu og rættarskipan, kann tí eftir mínum tykki liggja á einum sera lágum støði.
Vónandi eru seinastu veljarakanningarnar ein ábending um, at alt fleiri fáa eyguni upp fyri innantómu undirgravingini av ríkisfelagsskapinum. Tí ríkisfelagsskapi, sum annars hevur verið karmur um - og grundarlagið undir vælferðarsamfelagnum og rættarsamfelagnum Føroyar.
Høgni Hoydal og hansara menn burdi vaknað, fari runt um landið, vitja almennar stovnar, og privat vinnuvirkirvirkir, tosað útróðrarmenn og arbeiðsfólk, - við vanliga føringin og harvið hoyrt og sæ hvussu dagligdags Føroyar og føringar livað og virkað , - eisini uttan fyri miðstaðarøkið.