Landsstýrismaðurin kløkkur av uppsøgn

Tað kom óvart á landsstýrismaðurin við mentamálum, at Kringvarpsstjórin í dag segði seg úr starvinum - Hetta er spildurnýtt fyri meg, og eg má siga, at eg eri eitt sindur kløkkur av hesum. Eg havi havt eitt sera gott samstarv við Jógvan Jespersen, og tað harmar meg, at hann hevur sagt upp. Jógvan hevur gjørt eitt gott arbeiði, og hann hevur klárað uppgávuna væl at leggja útvarpið og sjónvarpið saman, segði Jógvan á Lakjuni við Rás 2 í kvøld.

Ein orsøk til, at Kringvarpsstjórin takkar fyri seg, er, at hann saknar politiskan vilja til at savna Kringvarpið á einum og sama staði.

- Eg veit ikki rættiliga, hvat hann sipar til við manglandi politiska viljanum. Ætlanin hevur allatíðina verið, at Kringvarpið skal savnast á einum staði, og vit hava veruliga roynt at arbeiða fram ímóti hesum, hóast tað ikki hevur gingið so skjótt, sum vit høvdu vónað, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður.