Landsstýrismaðurin ikki tikið støðu til SAS

Poul Michelsen fekk í morgun váttað, at SAS ætlar at minka túratalið til Føroyar

- Higartil hava eg bara hoyrt tað sum leysasøgur, at SAS bara ætlar at flúgva fimm ferðir um vikuna til Føroyar, men í morgun havi eg so fingið tað váttað frá teimum, at teir í næstu viku senda eina umsókn til myndugleikarnar, um einans at flúgva fimm túrar um vikuna.


Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, eftir at hann í morgun hevði fund við danska flogfelagið SAS um flúgvingina millum Keypmannahavn og Føroyar.


Tað var í síðstu viku, at Dimmalætting skrivaði, at SAS hevði ætlanir um at skerja túratalið til Føroyar.
Poul Michelsen upplýsir, at tá felagið hevur sent nýggju umsóknina til flogloyvi, so fer ráðið at lesa gjøgnum umsóknina og taka støðu til, um man frá føroyskari síðu ynskir at mæla frá at loyva teimum at flúgva til Føroyar.


- Tað eru argumentir fyri og ímóti. SAS vísir millum annað til, at um teir skerja túratalið, so er minni kapping hjá Atlantic Airways teir dagarnar. Hinvegin, so hevði man vegna føroyska brúkaran ikki góðtikið, um Atlantic Airways boðaði frá tí sama. Harumframt er lítil ivi um, at Atlantic Airways hevur mist inntøkur í samband við, at SAS er farið at flúgva til Føroyar. Um ikki í tali av ferðafólkum, so hvørt fall í mistum inntøkum vegna økta kapping, sigur Poul Michelsen.


Landsstýrismaðurin upplýsir, at tað ganga nakrar vikur áðrenn tað er greitt hvat tilmæli teir lata donskum myndugleikum.